Eftir øllum at døma fer lógin um karensdagarnar í søguna nú. Í dag verður onnur viðgerð av uppskoti landsstýrisins um avtøku av lóg um avmarking av løn í sambandi við sjúku. Lógin, sum kom í gildi í 1992, ásetir, at løntakarar, sum hava rætt til løn undir sjúku frá arbeiðsgevaranum, missa rættin til løn tveir teir fyrstu sjúkradagarnar. Við øðrum orðum avtøku av karensdøgunum, men bert fyri tey fastløntu.
Uppskotið kom í gildi í síni tíð fyri at avmarka lønarútreiðslurnar hjá tí almenna. Í sambandi við sáttmálasamráðingarnar í vár varð semja gjørd millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skuldi leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um, at karensdagalógin verður tikin av innan 1. september 1999. Tá ið lógin varð sett í gildi, metti landsstýrið at spara 5 mió. krónur um árið.
Eftir fyrstu viðgerð í tinginum, varð málið beint í vinnunevndina, sum týsdagin legði álit fram í málinum. Har verður sagt, at nevndin fegnast um, at nú røkist fyri at henda lóg verður avtikin. Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir tinginum til at samtykkja tað.
Javnseta tímalønt
Vinnunevndin sigur í álitinum, at enn restar í at javnseta tey, ið vegna sjúku eru umfatað av sjúkradagpeningalógini soleiðis, at hesi fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi. Í dag verður fyrsta viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í lóg um dagpening vegna sjúku og barnsburð. Løgtingsmenninir Hans Pauli Strøm vegna Javnaðarflokkurin, Marjus Dam vegna Sambandsflokkurin og Jenis av Rana vegna Miðflokkurin, løgdu uppskot um hesa broyting fyri tingið týsdagin.
Uppskotsstillararnir siga í viðmerkingunum, at karensdagalógin viðvíkir viðurskiftum teirra fastløntu undir sjúku, meðan endamálið við hesum uppskotinum er at javnseta tímalønt o.o., sum fáa dagpening undir sjúku, við tey fastløntu. Tá lógin um dagpening vegna sjúku v.m. kom í gildi í Føroyum fyri 20 árum síðani, var hetta eitt stórt framstig fyri lønmóttakarar. Tó hevur m.a. verið tann avmarking, at sjúkradagpeningur ikki bleiv veittur fyrrenn 3. sjúkradag. Sostatt hava tey, ið eru umfatað av hesi lóg, altíð havt karensdagar.
Tímalønt somu rættindi
Seinastu 20-30 árini eru nógv fólk sett í føst størv bæði innan tað almenna og á privata arbeiðsmarknaðinum. Hesi fingu løn undir sjúku frá fyrsta sjúkradegi. Sum eitt av nógvum sparitiltøkum tá samtykti løgtingið tó í 1992 karensdagalógina um "avmarking av løn í samband við sjúku", so at fastlønt starvsfólk, bæði almenn og privat, skuldu hava 2 karensdagar, eins og tey tímaløntu høvdu.
Nú uppskot landsstýrisins um at taka av karensdagalógina, aftur skal veita fastløntum løn í samband við sjúku frá 1. sjúkadegi er sjálvsagt, at tíðin er komin til at veita teimum tímaløntu somu rættindi sum tey fastløntu við hesi lógarbroyting í sjúkradagpeningalógini soleiðis, at tímalønt eisini fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi, siga teir tríggir tingmenninir, ið hava lagt uppskotið fyri tingið.
Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum upplýsti á fundi í trivnaðarnevndini í november, at lógarbroyting sum henda í sjúkradagpengalógini fer at kosta umleið 10 mió. kr. árliga. Uppskotsstillararnir vísa eisini á, at broytingin í sjúkradagpeningalógini førir við sær eyka arbeiðsbyrðu á Almannastovuni og í heilsuverkinum, og at neyðug arbeiðsorka tí eigur at setast til hetta arbeiðið.