Nær steðgar Bjarni Djurholm við sínum ágangi á føroyska mentan

Nú vil hann aftur eitt stig víðari móti fullkomnu liberaliseringini av rúsdrekkasølu. Hesaferð snýr tað seg um at broyta rúsdrekkalógina soleiðis, at til ber at sita á gongubreytunum og sutla øl í seg. Ófatiligt, at hesin maður ikki dugir at skilja, at vit ikki eru stødd í Danmark ella í øðrum líknandi londum, har øll mørk fyri frælsi hins einstaka eru strikað  sjálvandi við teirri avleiðing, at frælsið hjá teimum veikaru, harímillum barnanna, er sett til viks. Alt summarið hava fólk sutlað so nógv rúsdrekka í seg sum ongantíð áður, og allíkavæl heldur landsstýrismaðurin, at tað helst er møguligt at fáa føroyingar at drekka enn meiri. Vælsignaður Bjarni Djurholm, nær heldur tú uppat við hesum áganginum. Tú mást vera greiður yvir, at tað eru mong túsund menniskju her á landi, sum ikki ynskja hatta samfelagið, sum tú arbeiðir fyri. Tað eru nógvir føroyingar, sum ynskja eitt samfelag í siðprýði, har børnini og tey ungu verða vird, vard og sett í hásæti og teirra rættindi til gott umhvørvi verða tikin fram um rættindini hjá teimum vaksnu, sum absolutt ikki kunnu eta ein bita uttan øl og vín afturvið.

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin


Bjarni Djurholm segði fyrr í summar, at hevði hann vitað, at gjørdu broytingarnar í rúsdrekkalógini høvdu vakt so miklan ans, hevði hann helst ikki lagt uppskotið fram. Men nú arbeiðir hann longu við næstu broyting. Eg kann lova Bjarna Djurholm, at tað verða ikki minni harmaljóð at hoyra frá okkum í Miðflokkinum hesuferð. Hóast vit enn bert eru 2 tinglimir av 32, so vilja vit ávara og rópa sum ongantíð áður, tí fyri okkum sær kósin hjá hesi samgongu út til at vera heilt greið: longur fram á leiðini móti fullkomiliga fríari rúsdrekkasølu. Hendan samgongan tykist alt meiri at vera ein skaðasamgonga fyri okkara annars góða samfelag, og tykist aðaltátturin at vera altjóðagerð, har tað snýr seg um at avnokta alt, sum er gott føroyskt fyri at innflyta fremmandar mentanir og tíðarrák. Takið tykkum saman og brúkið tíðina til okkurt skilabetri.