Talv
Fimm ungir føroyskir telvarar hava í vikuskiftinum umboðað Føroyar í Norðurlandameistaraheitinum fyri unglingar. Telvað varð á Tjele Efterskole í Jútlandi, sum er ein serligur eftirskúli har møguleiki er at velja talv sum lærugrein.
Ferðaleiðari varð John Rødgaard.
Í næstyngsta bólkinum (árgangirnir 1989-1990) høvdu Føroyar eitt umboð, Rógvi Mortensen úr Havnar Telvingarfelag. Hetta varð fyrsta luttøka hjá Rógva í uttanlanda høpi, og sigast má, at hann als ikki eigur at vera skuffaður. Rógvi byrjaði væl við javnleiki móti íslendingi, og eftir trý umfør hevði hann hálvtannað stig. Hann tapti tó trý tey síðstu talvini, men talan var eisini um sterka mótstøðu. Rógvi hevur ment seg óvanliga skjótt og hevur avgjørt talentið í sær.
Ov nóg trýst á Olaf
Í næstelsta bólkinum (árg. 1985-1986) leiktu Olaf Berg úr Havn og Rani Tómasson úr Klaksvík. Olaf hevur - síðani hann í 1997 luttók fyrstu ferð - havt sera góð úrslit at vísa á. Eitt nú tvey triðja pláss. Men í ár gekk honum einki til vildar. Hann var ein av favorittunum, og kanska hevði júst tað sína ávirkan. Eftir fimm umførum hevði Olaf einans eitt stig, og hevði eitt dramatiskt talv í sætta og seinasta umfari, sum hann eftir tógvið stríð vann. Tvey stig, og sjálvur var hann sera skuffaður av hesum, men sannaði at hann bert hevði nakrir ringir dagar og ætlar at koma sterka aftur komandi ár, og hesum trúgva vit til fulnar.
Rani, við bert sínum 1185 í rating, var nógv tann lægst rataði í hesum bólki. Serliga í sínum fyrstu fýra talvum telvaði hann væl, og átti helst at fingið okkurt stigið.
Telvað verður tvey talv um dagin, og er ein ikki vanur við slíkt, verður hetta ein sjálvsøgd torfør uppgáva. Rani hevur ongar tílíkar altjóða royndir og hevur eisini bert telvað í fýra ár. Við hesum í huga kann nógv spyrjast burturúr Rana í nærmastu framtíð.
So nær so nær
Sæð við føroyskum eygum var A-bólkurin (árg. 1982-1984) serliga spennandi. Okkaru tvey umboð, Martin Poulsen úr Havn og Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði, vóru báðir eitt slag av outside´arum, og høvdu báðir eisini fitt av sjálvsálitið undan kappingarbyrjan.
Martin og Hans Kristian hittust longu í fyrsta umfarinum, og tóku teir ein ikki óvæntaðan skjótan javnleik. Síðani reyk Martin avstað við heili trimum sigrum á rað, og lá einsamallur á odda tá bert tvey talv restaði í. Hans Kristian var eisini við í toppstríðnum við einum stigi færri enn Martin.
Martin tapti tíverri fimta talvið ímóti ratingfavorittinum Stefán Kristjánsson (2405), meðan Hans Kristian leikti javnt móti øðrum oddafiski. Fýra telvarar lógu nú javnir við hálvumfjórða stigi undan seinasta umfarinum, harav Martin, meðan Hans Kristian hevði trý stig. Spenningurin varð tí í hásæti. Martin hevði svarta fólkið móti sterkum íslendara, sum skuldi vísa seg at vinna hendan bólk, og hevði eitt skifti hampuliga góða støðu, men tapti eftir at hava mist kvalitet. Hans Kristian helt javnt ímóti Stefán Kristjánsson og fekk eins nógv stig sum Martin á triðja plássi, men við verri mótstøðustigum. Heili fýra vórðu javnir á triðja plássi.
NM í snartalvi í A-bólkinum vann okkara Hans Kristian, meðan hinir føroyingarnir somuleiðis høvdu ein góðan snar-dag, tó uttan medaljupláss.
Javnleikur hevði verið nóg mikið
Eftirútrokningar av mótstøðustigunum vístu, at um Martin hevði leikt síðsta talvið javnt ímóti Davíd Kjartansson, hevði hann blivin Norðurlandameistari. Sjálvandi keðiligt at sanna hjá Martini eftir lokna kapping, men eisini eigur hetta at geva honum og okkum øðrum ábendingar um, at tað saktans ber til at blanda seg í altjóða høpi, og at føroyingar í mangar mátar eru javnsterkir við telvarar í grannalondunum.
Endaligu støðurnar:
Tólv telvarar vóru í hvørjum aldursbólki.
Bólkur A (1982-84)
1Davíd Kjartansson4,5/6
2Stefán Kristjánsson4,0
3Martin Poulsen3,5
6Hans K. Simonsen3,5
Bólkur B (1985-86)
1Hans Tikkanen4,5
.
11Olaf Berg2,0
12Rani Tómasson0,0
Bólkur D (1989-90)
1Magnus Carlsen5,0
.
11Rógvi Mortensen1,5
Metstór luttøku á Oyrarbakka
Tann fyrsta í røðini av ungdómskappingum varð á Oyrarbakka leygardagin. Fyrireikarnir høvdu vónað góða uppmøting, men eingin hevði væntað at heili 135 børn úr 1. - 10. flokkum kring landið høvdu leitað sær til felagshúsið í bygdini, Eydnuni.
Ikki bert børn úr talvfeløgum vóru hjástødd, men eisini høvdu skúlar sum eitt nú Venjingarskúlin í Havn og felagskúlin á Oyrarbakka teknað nógv lið til.
Kappingin bleiv skipað sum liðkapping, við fýra telvarum á hvørjum liði og einum eykaleikara. 10 minuttir hevði hvør telvari til talvið. Ikki færri enn 33 lið høvdu teknað seg, sum gav tilsamans talið 135. Talvfelagið Rókur, Havnar Telvingarfelag og Venjingarskúlin høvdu hvør síni seks lið.
Gleðiligt var, at fleiri gentur eisini høvdu hættað sær at taka lut, í hesum so annars kallkynsdominerandi ítrótti. Talv er sanniliga eisini fyri gentur. Nógv lið vórðu blandingslið, við dreingjum og gentum.
Kappingin bleiv býtt upp í tveir bólkar, 1. ? 4. flokkar og 5 ? 10. flokkar. Fyrst bleiv millumumfar leikt, har lið leiktu seg í finaluumfar.
Finalubólkarnir:
5. flokkur og eldri.
1MT a15,0 stig
2HT a14,0
3GT b 13,0
4KTF a7,0
5KTF b 6,0
6HT b5,0
4. flokkur og yngri.
1KTF c9,0 stig
2HT d7,5
3MT b5,5
4KTF d 2,0
Miðvingar eru byjaðir aftur uppá talvvirksemið, og longu í fyrstu kappingini gjørdu teir vart við seg við at vinna tann eldra bólkin.
Edmund Joensen, fyrrverandi Løgmaður, handaði steypini til vinnandi liðini, og framanundan hesum hesum fingu øll børnini ókeypis mat og drekka. Talvsambandið saman við Føroya Banka høvdu stuðlað júst hesari ungdómskapping. Framyvir fer Talvsambandið at stuðla tílikum tiltøkum.
At áhugin fyri telving millum børn er voksin somikið nógv seinasta árið, hevur helst fleiri orsøkir. Feløg kring landið gera meira við barnatelving og undirvísing samstundis sum fleiri skúlarbørn hava fingið møguleikan at royna seg í talvi í fríkorterum, og enntá verða summir skúlatímar brúkt til talv, eitt nú í Venjingarskúlanum. Hesi framstig og at talv sum heild hevur verið nógv frammi í miðlunum seinasta árið (Kasparov vitjanin og Hans Kristian Simonsen sum vann Kasparov í simultantelving), hevur uttan iva havt positiva ávirkan.
Nevnast kann, at líknandi áhugi fyri talvi í Føroyum, millum børn og ung, var 1970´unum, tá Bobby Fischer og Boris Spassky í 1972 dystaðust um heimsmeistaraheitið í Reykjavík.