Næraberg fiskar um tvær vikur

Um góðar tvær vikur loysir nýggi Næraberg og fer í fyrstu atløgu eftir sild Í morgun kom fram, at nýggjur Næraberg er fingin til vega úr Hollandi. Sjálvan prísin vil Hanus Hansen ikki upplýsa, men tað er greitt, at skipið var lutfalsliga bíligt, frá 1984 er klárt til fiskiskap og er 95 metrar langt og 15 metrar breitt.

- Eg kann siga, at eg meti, at vit hava gjørt ein góðan handil. Skipið er ikki líka fínt, sum hini skipini, men tað kann eina rúgvu, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK, við Rás2.

Hann leggur afturat, at skipið fer til fiskiskap um tvær til tríggjar vikur, og í fyrstu atløgu verður farið norð eftir at veiða sild.

Nýggi Næraberg skal veiða tað sama, sum sínir líkar í flotanum hava gjørt fyrr. Tað vil í høvuðsheitum siga, svartkjaft, sild og makrel.

- Tað besta við hesum skipinum er, at tað kann frysta 220 tons um døgnið og klárar at frysta yvir 2000 tons, greiðir Hanus Hansen frá um skipið, sum í dag kallast Dirk Dirk, men skjótt skiftir navn til Næraberg.

Tá skipið fer til fiskiskap um stutta tíð vera 32 mans við, og tað verður sama manning, sum hevur verið knýtt at reiðaríðnum.