Næraberg stongdur úti í Ruslandi

Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvs­stovuni var ikki meira enn heim­aftur komin úr Ruslandi, tá russar eisini settu verksmiðjutrolaran Næraberg á reyða lista

Fríggjakvøldið skifti Dagur & Vika orð við Bárð Enni, stjóra á Heilsufrøðiligu Starvs­stovuni, sum eftir ferð í Ruslandi ásannaði, at russ­ar eru alt annað enn lætt­ir at dansa við, nú tað er ein veruleiki, at russiskir mat­vør­u­mynd­ug­lei­k­ar hava sett før­oysk fram­leiðsl­u­skip og virk­ir á reyða lista. At skip og virkir soleiðis eru endað á hes­um lista, merkir, at tey ikki sleppa at útflyta sínar fiska­vørur til Ruslands - fyribils.
Báður Enni og hansara fólk vóru ikki meira enn kom­in heim aftur úr Ruslandi, tá russ­ar eisini settu Næraberg á reyða lista.
Í sendingini váttaði Hanus Han­sen, reiðari, at Næraberg er raktur av russiska inn­flutn­ings­bann­i­num, men hann vildi annars ikki úttala seg al­ment um russisku av­gerð­ina. Eftir hvat skilst, hev­ur reiðarin í Klaksvík ring­­ar vónir um, at málið við Nær­a­bergi verður loyst í eini hand­­a­vend.
Sambært Degi & Viku er or­søk­in til russiska bann­ið móti Nærabergi, at eft­ir­lits­fólk hava funnið tveir sáp­u­dunk­ar, eina brotna plátu og nøkur sonevnd munn­stykki at spula við, sum eftir­lits­fólk­ini ikki meta var í lagi.