Nú riggar aftur hjá Mourinho

Inter Milan hevði áðrenn dystin í gjár, bara vunnið ein av teimum seinastu sjey í Seria A. Eftir sigurin á Chelsea í Champions League, spældi Inter javnt á útivølli móti Palermo, ið liggur nummar fýra. Í gjár vann so Inter 3-0 á heimavølli móti Livorno. Samuel Eto?o skoraði tvey tey fyrstu, meðan brasilski høgri bakkurin, Maicon, skoraði tað triðja.

 

Tað hevur ikki eydnast AC Milan, at fingið fulla nyttu burturúr vánaligu gongdini hjá Inter. Í gjárkvøldið tapti teir á útivølli móti Parma. Fyrrverandi Manchester City framherjin, Valery Bonjiov, skoraði einasta málið í dystinum.

 

Inter Milan liggur nú fýra stig frammanfyri AC Milan og AS Roma, ið liggja ávíkavist nummar tvey og trý.