Í eina tíð hevur verið arbeitt við at útvega Norðoya Kunningarstovu betri umstøður at húsast undir.
Nú er nærum komið á mál, og ein av fyrstu døgunum letur Norðoya Kunningarstova alment upp í nýggjum og væl egnaðum hølum mitt í býnum.
Tað hevur nevniliga eydnast at finna høli, ið standa beint við bókasavnið, í nánd av skúlunum og beint við almenna steðgiplássið hjá bussunum.
Í ár hevur Klaksvíkar kommuna játtað 150.000 krónur í stuðli til virksemið í kunningarstovuni. Týdningurin av at hava eina slíka, hevur helst eisini gjørt sítt til at ein komandi á fer at hækka stuðulin við 50.000 krónum.
Virksemið hjá Kunningarstovuni er so smátt farið í gongd, men enn gongur ein tíð til hon alment letur upp - á staðnum, har ringurin er settur rundan um.