Nósabarnaprix 2003

Føroya stórsta barnatiltak fer nú av bakkastokki enn einaferð. Tað er Nósabarnaprix 2003 sum nú aftur er á skránni. Áðrenn tiltakið alment er kunngjørt, hava hópin av børnum longu nú teknað seg til hesa sangkapping sum er fyri børn í aldrinum 7-14 ár. Heimasíðan www.barnaprix.fo er á alnótini og har ber sum kunnugt til at tekna seg til nú. Fyrireikararnir siga, at gravgangurin er stórur at sleppa við, og pláss er bert fyri 10 luttakarum til hvørt innleiðandi umfar. Eins og í fjør, verða innleiðandi umførini kring landið, men í mun til seinast verða 6 umfør, tí bert eitt umfar verður í Havn. Onkrar smábroytingar eru eisini viðvíkjandi reglunum (sí heimasíða undir "reglar"), og ein onnur broyting er eisini, at kappingin er í summarhálvárinum. Innleiðandi umførini og finalan verða á hesum støðum:

Hvalba, Roynhøllin 07.juni
Klaksvík, Kí-høllin 14. juni
Kollafjøður, Teltið, Sundalagsstevnan 21. juni
Tórshavn, Badmintonhøllin 28.juni
Fuglafjørður,Mentanarhúsið Varmakeldu 05.juli
Miðvágur, Bygdarhúsið Vestanstevnan 12.juli
Tórshavn, Badmintonhøllin ólavsøka 28.juli (FINALAN)

Byrjað verður kl.19:00 og tiltøkini enda kl.21:00.
Øll børn, sum eru í aldrinum frá 7-14 ár, hava møguleikan í at luttaka. Inni á heimasíðuni www.barnaprix.fo kann man ynskja sær trý løg, tá ið so øll ynski og allir luttakarar eru komnir uppá pláss, verða 17 tey mest ynsktu løgini tikin upp í studio. Hesi 17 løgini verða so tey løgini luttakarar kunnu velja ímillum til sjálva kappingina. Nósabarnaprix 2003 er stuðlað av Føroya Banka, sum saman við fyrireikarunum ynskja øllum luttakarum góða eydnu.