Nú sigur Hans Pauli aftur ósatt

Finnur Helmsdal, tingmaður

Í samband við, at Hans Pauli Strøm hevur lagt uppskoti fyri tingið um at staðfesta heimildina til at útvega heimleysum bústað, sigur hann, at landið skal hava ábyrgdina av hesum øki, tí kommunurnar hava frásagt sær ábyrgdina. Hetta er als ikki í samsvari við veru- og sannleikan. KSF, Kommunu Samskipan Føroya, hevur í skrivi til landsstýrismannin dagfest 16. oktober 2006 sagt, at teirra limakommunur hava einki ímóti, at øki verður ábyrgdarøki hjá kommununum, men at tað skal ikki bara vera ábyrgdarøki hjá ávísum stórum kommunum. Annars ynskja kommununar eina áseting um, hvussu útreiðslurnar skulu býtast, hetta fyri at fyribyrgja, at allar útreiðslurnar ikki enda hjá ávísum. Skrivið hjá KSF var eitt svarskriv upp á eitt uppskot, sum landsstýrismaðurin hevði sent felagsskapinum.
Hvat Kommunufelagið, felagið hjá smærru kommununum, hevur boðað landsstýrismanninum frá, vita vit tó ikki. Men líka mikið hvat Kommunufelagið hevur sagt og heldur, so kann landsstýrismaðurin ikki loyva sær at skriva í viðmerkingunum til uppskotið, at kommunurnar hava frásagt sær rættin at hava nakra ábyrg á økinum.
Ein arbeiðsbólkur, ið skrivaði álit um viðurskiftini hjá teimum heimleysu, mælti einmæltur til, at kommununar fingu ábyrgdina av økinum. Í arbeiðsbólkinum sótu m.a. umboð fyri bæði kommunufeløgini og umboð fyri Tórshavnar kommunu.
Landsstýrismaðurin tilevnaði fyrst eitt lógaruppskot um tilboð til heimleysu, sum var í tráð við tað, sum stóð í álitinum. Síðan fór tað uppskotið í eina skuffu, og legði hann síðan tað uppskoti fram, sum liggur í tinginum júst nú. Tað uppskotið, sum er komið í tingið, er ein rættiliga skerd útgáva av tí fyrra uppskotinum.
Tað er í viðmerkingunum til uppskotið, sum nú liggur í tinginum, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður ber skeivar og villeiðandi upplýsingar.
Málið hevur verið til 1. viðgerð, og álit er eisini skrivað. Í viðmerkingunum til álitið skriva umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum (Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal), at tey undrast yvir og eru í iva um, at kommununar veruliga ikki vilja hava ábyrgd av økinum. Hetta varð skrivað soleiðis, tí Trivnaðarnevndin ynskti ikki at kalla nakran inn í samband við viðgerðina av málinum. Innkallingar fóru ikki at broyta eitt komma í hesum frálíka uppskoti, varð sagt. Kommunufeløgini fingu tí ikki høvi at siga Trivnaðarnevndini frá støðu teirra, og trivnaðarnevndarlimirnir fingu heldur ikki høvi til at kunna seg um teirra støðu. Har var einki tilfar frá kommunufeløgunum ella nøkrum øðrum hjálagt uppskotinum.
Viðmerkingarnar frá umboðum Tjóðveldisfloksins vórðu tí settar fram sambært tí, sum umboðini hildu seg vita um málið. Men vísur tað seg nú, at viðmerkingarnar eru meira enn viðkomandi. Tí tað er enn eina ferð komið fyri ein dag, at tað er ikki rætt, sum Hans Pauli Strøm sigur fyri tinginum.