Tveir teir seinastu dagarnir hava verið sera løgnir hjá nýggja landstýrismanninum við vinnumálum, Jóhan Dahl. Øll, sum kenna tann framsøkna vágamannin, munnu vita, at hann brennir fyri vinnulívsarbeiðið. Men seinastu dagarnar hevur hann haft úr at gera við at siga nevndarsessir frá sær, og í heila tikið at leggja luft ímillum seg og tær fyritøkur, sum hann hevur verið við til at sett á stovn og rikið.
Tað er hann noyddur til, um hann ynskir at verða landstýrismaður.
- Hetta er so avgjørt eitt dreymastarv. Eg brenni fyri vinnulívinum og vinnuligum arbeiðið. So hóast tað er eitt sindur løgið at fara frá nevndararbeiðnum, so kennist tað avbera gott at gerast landstýrismaður, sigur Johan Dahl.
Arbeiðið byrjar beinanvegin
Enn er hann eitt óskriva blað úti í Vinnumálaráðnum. Har eru nýggj andlit og nýggjar mannagongdir at taka støðu til. Ja, sjálvt telefonnummarið hjá ráðnum má hann spyrja skrivarin um. Men sovornir smálutir hava onki at sigan í tí stóru heildini. Hjá Johan Dahl eru tað politiskar visjónir og úrslit sum telja. Og hann er sera avgjørdur, tá ið hann verður spurdur um, hvørji mál, ið hann raðfestir ovast:
- FAS-skipanin skal fáast at virka. Vit skulu arbeiða miðvíst við at fáa reiðarar í Føroyum og uttanlanda at gagnnýta teir fyrimunir, sum eru í skipanini. Ein skipaskráseting sum FAS kann - um hon er liðilig og vælvirkandi - skapa grundarlag fyri nógvum arbeiðsplássum - fyrst av øllum innan reiðaravirksemi, men eisini innan umsiting og annað, sum hevur við shipping og skiparakstur at gera. FAS skal ikki einans avmarkast til nøkur skrásett skip, men eigur eisini at umfata eitt nú klassing, tænastuvinnu og annað, sigur Johan Dahl.
Hann dylir ikki fyri, at FAS eftir hansara fatan slettis ikki er ment nóg mikið:
- Arbeitt hevur verið við skipanini leingi, men enn eru vit komin alt ov stutt, tá ið hugsa verður um alla tað orku, sum er løgd í skipanina. Her haldi eg, at eg havi vitan og kontaktir, sum kunnu nýtast til at fáa nøkur ting at virka betri. Hetta er eitt arbeiðið, sigur Johan Dahl.
Raðfest øki
Alingin er ein verandi vinnugrein, sum eisini verður raðfest ovalaga í politiska arbeiðinum hjá nýggja landstýrismanninum:
- Vit eiga at gera nógv meira við at fáa víðka møguleikarnar fyri nýggjum sløgum av aling. Her er talan um eina vinnu, sum hevur eitt stórt potentiali, sum vit ikki gagnnýta fult út í dag, sigur Johan Dahl, sum peikar á, at vinnugransking og góðar umstøður hjá vitunartungum vinnum kunnu verða við til at lyfta eitt nú alivinnuna upp á eitt hægri støðið.
- Mítt arbeiðið hevur tvinni endamál: Eg skal gera mítt til, at verandi vinnugreinar fáa enn betri umstøður. Men enn størri týding hevur tað, at vit fáa nýggj bein at standa á - at vit fáa ment nýggjar vinnur í Føroyum. Ongin skal vænta, at eg verði ein ”túsindkunstnari”, sum fer at fevna um alt. Eg vil heldur raðfesta nøkur øki, har ið eg meti vit hava veruligan møguleika fyri at skapa størri inntøkur til landi, sigur Johan Dahl, og nýtir føroysku fíggjarvinnuna sum dømi um eina vinnu, sum hevur megna at spjatt virksemi út á nýggjar marknaðir uttanfyri landoddarnar, og skapt virðisøking og arbeiðspláss í Føroym:
- Eg eri sannførdur um, at ein miðvísur politikkur fer at skapa grundarlag fyri, at eitt nú FAS gerst eitt veruligt alternativ fyri útlendskar reiðarar. Tað sama eri eisini galdandi fyri tryggingar-, KT- og samskiftisvinnuna, sum eftir mínari meting hava møguleika fyri munandi menning, sigur Johan Dahl.
Vinnulív og politikkur
Johan Dahl, sum er búsitandi í Vági, er bankaútbúgvin, og hevur hartil ávís prógv innan merkonomútbúgvin. Hansara arbeiðið innan vinnulívið hevur millum annað verið sum stjóri hjá J. Dahl Gørðum og Vágs Skipasmiðju frá 1982 til 1990. Hann hevur eisini siti sum stjóri hjá World Seafood, Faromar og Faroe Colcstores.
Johan Dahl hevur verið løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin síðani 2002, og sat í tíðarskeiðinum frá 2002 til 2004 sum næstformaður í Uttanlandsnevndini og sum limur í Fíggjarnevndini. Eitt skifti sat hann sum landstýrismaður við fiskivinnumálum, men tók aftur sæti á tingi, eftir at løgmaður loysti hann úr embætinum í februar 2004.