Fyrrverandi stjórin og eigarin í Demich, Torbjørn Hansen, er væl nøgdur um at hava selt fyritøkuna til Magn.
- Vit hava staðið einsamallir í langa tíð, men nú vóna vit at fáa ferð á, sigur hann.
Demich hevur verið ein tann fremsti veitarin av jarðhita og hitapumpum í Føroyum seinastu árini. Stjórin sigur, at teir skifta okkurt um 50 til 70 oljufýringar um við hitapumpur um árið, men at tað er alt ov lítið, um málini frá visjón 2030 skulu náast.
- Talan er um 16.000 sethús og 2.000 vinnubygningar, sum skulu fáa grøna orkuveiting innan 2030. Tá muna smá 100 um árið lítið. Við Magn í rygginum fáa vit betri atgongd til marknaðin, sigur hann.
Demich hevur verið við í fleiri av størstu verkætlanunum seinastu árini. Teir hava veitt grønar orkuloysnir til Glasir, H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum, Boðanesheimið, tannlæknastovuna á Óðinshædd og Vinnuhúsið á Óðinshædd.
Demich verður framvegis rikið sum sjálvstøðugt felag, men Rói Kalsø verður settur sum stjóri. Gomlu eigararnir og stjórarnir halda fram í fyritøkuni.