Nú skal HB vísa sínar dygdir uttanfyri Havnina

Í Vági iðra teir seg um kiksaran á Tvøroyri í fyrsta umfarinum, og á Tvøroyri stendur longu heilt illa til

SAMANUM 4. UMFAR

Undan vikuskiftinum varð tosað eitt sindur um, at tað var tá GÍ í fjør var og vitjaði HB, at tað fór at ganga illa hjá havnarmonnunum. Nú hevur GÍ verið og vitjað HB, og havnarliðið hevur framvegis fult stigatal. Teir vunnu sannførandi á GÍ, sum ikki var so sannførandi. HB spælir skjótt og beinleiðis, og tað eru mið og mál í sendingunum og flytingunum, teir spæla seg til møguleikar, og teir hava góða úrtøku.
Spurningurin er nú, hvussu tað fer at roynast, nú HB skal úr fjálga reiðrinum í Gundadali. Tvær tær næstu ferðirnar skulu teir vitja tey bæði liðini, sum liggja tættast uppi undir HB. Fyrst skulu teir til Vágs, har HB altíð hevur havt stórar trupulleikar, og so skulu teir á Svangaskarð, har heimaliðið tykist ætla sær at verja triðja plássið frá í fjør og kanska meiri enn so.
B68 hevur framvegis eitt sindur ilt við at fáa spælið at glíða, men toftamenn eru avgjørdir í verjupartinum, teir hava ein fínan málverja, og so hava teir skorað hvørja ferð. Hesa ferð var tað í 2. hálvleiki týðuligt, at B68 hevur størri breidd, enn teir leingi hava havt. Liðið viknaði einki, sjálvt um teir skiftu út í 2. hálvleiki.
VB, sum ofta stendur seg væl í Eysturoy, fekk leygardagin øll stigini burturúr stevnudystinum á Skála. Harvið hava teir í tveimum royndum vunnið seks stig í Eysturoy (eisini 1?0 á EB/Streymi). Vágbingar hava spælt tríggjar ferðir á útivølli, og teir hava verið eina ferð á heimavølli. Sjálvandi iðra teir seg um javnleikin á heimavølli ímóti NSÍ, men tað er einki at ivast í, at teir nú iðra seg mest um, at tað skuldi ganga so illa í fyrsta umfarinum, at teir taptu 1?0 á Sevmýri.
Síðani teir vunnu 1?0 ímóti VB, hava tvørámenn bara tapt, og teir hava tapt nógv. Í trimum teimum seinastu umførunum hava teir í alt lagt rygg til 3?19 tap. Tað svíður sjálvandi, og hýrurin eigur ikki at vera góður. Í tílíkum støðum verður beinanvegin tosað um venjaran. Soleiðis er tað alla staðni. Tá danska superligan endaði fyri tveimum vikum síðani, vóru tað bara tvey lið, sum høvdu sama venjara, sum tey høvdu, tá farið varð undir kappingina í juli mánað í fjør. Síðani kappingarenda er venjarin hjá AaB, Peter Rudbæk, farin úr starvinum, tí tað ikki gekst nóg væl (hóast úrslitið var tað næstbesta hjá AaB í sjey ár!).
At venjarin verður skiftur út, tá tað ikki gongst væl er galdandi í Føroyum á sama hátt, sum tað er galdandi uttanlands. Tað er neyvan nakar ivi um, at fleiri venjarar fara at verða skiftir út, áðrenn tað verður fyrst í oktober og átjanda umfarið í landskappingini er á skránni. Og í løtuni má Zoran Mancic hjá TB finna seg í, at hann er besta boðið upp á hetta ivasama heiðursplássið. Soleiðis er tað bara. Í fjør hevði TB tveir venjarar, áðrenn Zoran Mancic tók við ábyrgdini, og tað fór at ganga væl ? so mikið væl at TB flutti upp.
Spurningurin er so, um TB var klárt at flyta uppaftur í bestu deildina. 13. mai fylti elsta felagið í landinum 110 ár. Tá teir fluttu niður í 1998 vóru teir ikki væl fyri, og hóast teir fluttu upp í fjør, og hóast teir hava fleiri útlendskar spælarar á liðnum, so siga úrslitini, at teir framvegis ikki eru væl fyri. Um teir eru so illa fyri, at tað longu undan summarsteðginum verður greitt, at teir skulu flyta niður, er sjálvandi ov tiðliga at siga, men tað sær avgjørt ikki gott út.
B36 stórsigurin á Tvøroyri var ikki óvæntaður. B36 hevur spælt tríggjar ferðir á útivølli, og teir hava fingið sjey stig burturúr ferðunum. Einasta tapið var í Gundadali ímóti suverena oddaliðnum.

EB/Streymur skal á norðoyarstevnu
Komandi vikuskifti verður norðoyarstevnan. Klaksvíkingar tosa av góðum grundum nógv um kappróður og um møguleikarnar at fáa góð úrslit hjá manningunum, sum hava vant leingi og miðvíst.
Fótbóltspráið hevur onkra ferðina verið meiri í Klaksvík, enn tað hevur verið síðani sunnudagin. Men klaksvíngar eru trúgvir ímóti KÍ, og tað man lítið vera at ivast í, at fjøldin fer at vera stór, sum sunnudagin fer at savnast til norðoyarstevnudystin.
Í fjør var tað púra óvæntað, at EB/Streymur vann 4?0 á norðoyarstevnuni. KÍ á heimavølli skal ongantíð undirmetast. Men tað er einki at siga til, um teir í Klaksvík ikki eru heilt álvuligir við støðuna. Teir eru ávaraðir um, at EB/Streymur leypur á frammarlaga á vøllinum. Trygvi Mortensen hevur sum venjari hjá NSÍ fleiri ferðir víst, hvussu endi skal gerast á KÍ í Klaksvík. Og tá tað verður lagt afturat, at KÍ sjáldan hevur staðið seg væl í norðoyarstevnudystunum, síðani teir gjørdust landskappingardystir, so er einki at siga til, at tað eru nervar uppií í Klaksvík. Teirra lið hevur í hvussu so er alt at tapa, meðan EB/Streymur hevur alt at vinna.
Í EB/Streymi kunnu teir biðja teir á Skála um uppskriftina at vinna á KÍ. Síðani teir vunnu tvær ferðir á klaksvíkingum í bólkaumfarinum í steypakappingini, hevur tað ikki gingið væl hjá skálamonnum. Teir eru framvegis einasta liðið, sum ikki hevur vunnið í landskappingini. Onkra ferðina hava teir ikki verið so hepnir. Men leygardagin var tað týðuligt, at teir vóru ikki nóg tolnir og royndir. Tí dummaðu teir seg ímóti VB. Men hvørja ferð teir gera ein brølara spyrst lærdómur burturúr, og nú verður kanska ikki so leingi, inntil Skála fer at vinna.