Nú skal kappingin eftirmetast

Fótbóltsfundurin er settur at vera leygardagin 17. november

Tað er vorðin fastur táttur í fótbóltsárinum, at FSF kallar umboð fyri feløgini til fundar, tá kappingarárið er gott og væl sodnað. Á heimasíðuni hjá FSF sæst nú, at fundurin verður leygardagin 17. november. Lagt verður fyri klokkan 10, og tað verður hildið fram út á seinnapartin. Fundurin verður í B36 húsinum.

Upprunaliga var bara ein eftirmeting av kappingarárinum á skránni. Eftirmetingin skuldi brúkast sum grundarlag undir tosinum um, hvussu kappingin komandi árið kundi verða løgd uppaftur betri til rættis.

Tey seinnu árini hava onnur viðurskifti enn bara sjálv kappingin verið á skránni. Fundurin hevur alt meiri verið brúktur sum høvi at tosa um fótbóltspolitiskar spurningar, m. a. fyri at lodda dýpið fyri vánunum at fáa møgulig uppskot um broytingar í ásetingunum samtykt á aðalfundinum.

FSF vil hava, at formenninir í feløgunum møta á fundinum, og at teir hava ein nevndarlim og venjara við sær.