Nú skal kommunumálið loysast

Í seinasta lagi á ólavsøku skal nýstovnaða kommunala umskipanarnevndin, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, nú hevur mannað, koma við uppskoti um ein kommureform.

Nevndin skal eitt nú koma við tilmæli um, hvørjar tær kommunalu eindirnar skulu vera, hvussu hesar skulu skipast og um eina javningarskipan millum kommunurnar. Eisini skal nevndin mæla til eina raðfesting av uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, og hvussu ein møgulig blokkstuðulsskipan skal skipast.

Arbeiðsuppgávurnar hjá nenvdini eru hesar:


Kommunueindir

Við støði í Løgtingslóg nr. 12 frá 22. februar 2007 um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur, skal nevndin koma við tilmæli um, hvørjar tær kommunalu eindirnar skulu vera, og hvussu hesar skulu skipast.


Millumkommunal javningarskipan

Allar kommunur verða javntsettar mótvegis lóggávuni, t.e. at tær allar skulu loysa tær somu uppgávurnar. Við hesi javningarskipan skal miðast eftir, at allar kommunur eru fíggjarliga førar fyri at loysa tær kommunalu uppgávurnar, sjálvt um umstøðurnar hjá teimum ikki eru tær somu. Javningarskipanin skal tí fevna um javning av muni í inntøkugrundarlagi pr. borgara og í útreiðslutørvi pr. borgara.


Raðfesting av greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur

Allýsing verður gjørd av ábyrgdarøkjum, so sum eldraøkið, fólkaskúlin, vegakervið og aðrar uppgávur, sum kunnu flytast kommunum at umsita. Gerast skal ein ítøkilig raðfesting, ið ásetur hvørji økir, í hvørjari raðfylgju og nær hesi verða løgd til kommunurnar. Fyrsta stóra øki verður lagt til kommunurnar 1. januar 2011.


Blokkstuðul

Ætlanin er ikki at broyta skattaskipanina, og skal nevndin gera uppskot um, hvussu ein møgulig blokkstuðulsskipan skal skipast, sum tryggjar, at fígging er til tær uppgávur, sum verða fluttar til kommunurnar at umsita, tá tað ikki er gjørligt longur at broyta í býtinum millum lands- og kommunuskatt uttan at broyta skattaskipanina.


Eftirmeting

Gjørd verður ein eftirmeting av, hvussu tað hevur eydnast at lagt dagstovnaøkið og barnaforsorgarøkið til kommunurnar. Harumframt skal gerast ein fastur eftirmetingarleistur til tey øki, sum verða løgd til kommunurnar at umsita.


--


Kommunala umskipanarnevndin

Eyðbjørn Larsen, løgfrøðingur, Formaður

Ingibjørg Berg, stjórnmálafrøðingur

Jóan Petur Hentze, aðalskrivari, Kommunusamskipan Føroya

Eyðun Christiansen, ráðgevi, Føroya Kommunufelag

Doris Bjarkhamar, fulltrúi, Almannamálaráðið

Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, Mentamálaráðið

Sofus Debes Johannesen, fulltrúi, Fíggjarmálaráðið

Poula Árnadóttir Lervig, fulltrúi, Innlendismálaráðið

Hilmar Høgenni, deildarstjóri, Innlendismálaráðið