Hesin grunnur var upprunaliga stovnaður eftir tann gitna 6. oktober í 1992, tá Sjóvinnubankin fór av knóranum.
Grunnurin endaði við at eiga bæði Sjóvinnubankan og Føroya Banka, sum kom í somu trupulleikar sum Sjóvinnubankin á vári í 1993. Hesi bankar vórðu lagdir saman til Føroya Banka sum seinni bleiv til BankNordik.
Í 2006 seldi Fíggingargrunnurin tveir triðingar av bankanum, og hevur grunnurin síðani átt ein triðing.
Nú ætlar landsstýrið sjálvt at eiga partapeningin í BankNordik, og tí verður grunnurin avtikin.
Ársúrslitið hjá Fíggingargrunninum frá 1992 var í fjør 26 milliónir krónur. Eginpeningurin er 402 milliónir krónur, og vinningsbýti til eigaran var í fjør 23 milliónir krónur.
Tilsamans hevur landsstýrið fingið 2 millardir og 40 milliónir krónur í vinningsbýti frá Fíggingargrunninum frá 1992. Størst var vinningsbýtið árið eftir, at bankin var einskildur. Í 2007 fekk landsstýrið 1,2 milliardir krónur í vinningsbýti úr Fíggingargrunninum frá 1992.
Lýsingin frá Skráseting Føroya í gjár er soljóðandi:
»Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. 2810, Finanseringsfonden af 1992 (Fíggingargrunnurin frá 1992), 100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar: 18.11.2020
Navn: Nýtt navn: Finanseringsfonden af 1992 (Fíggingargrunnurin frá 1992) í likvidatión
Átekning: Felagið er tann 22.12.2020 farið í sjálvbodna likvidatión.
Nevnd: Farin úr nevndini: Katrin Thorsvig Hansen, Traðabrekka 7, kj., 100 Tórshavn (nevndarlimur)
- Arne Poulsen, Mannbrekka 3, 188 Hoyvík (nevndarlimur)
- Atli Suni Leo, Tórsgøta 24,3, 100 Tórshavn (nevndarlimur)
- Eli Christiansen, Dalavegur 10, 100 Tórshavn (nevndarformaður)
- Helga á Borg, Leitisgøta 18, 160 Argir (nevndarlimur)
Stjórn: Innkomin sum likvidator: Óli M. Hansen, adv., M. Heinasonargøta 10, Box 158, 110 Tórshavn
Likvidatiónsfráboðan: Kravánarar felagsins verða bidnir um innan 3 mánaðir frá í dag, at fráboða krøv síni til
likvidator.«
Skráseting Føroya tann 22. desember 2020