Nú skal ruddast upp

Nú avgerðin um fiskiloyvið hjá Jógvani S er tikin og kunngjørd, stendur eftir at rudda upp í bæði umsiting og sjálvum lógarverkinum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum

Málið um Jógvan S hevur verið við til at skundað undir eina upprudding í lógini um vinnuligan fiskiskap. Eisini fer at verða hugt at mannagongdum innhýsis í Fiskimálaráðnum. Málið fer at fáa fylgjur fyri stovnin sum so, men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum veit ikki, um tað eisini fær persónliga fylgjur fyri embætismenninar, sum hava avgreitt málið.
?Hetta málið er ikki liðugt enn. Nú fer eftirspælið at koma, sigur Jacob Vestergaard og sipar til at hann nú væntar, at reiðaríið hjá Jógvani S fer at leggja endurgjaldskrav móti Fiskimálaráðnum.
?Tað er gjørt eitt mistak í umsitingini av málinum, og tað havi eg nú rættað aftur. So fer aftan á at vísa seg, hvørjar fylgjurnar verða, sigur hann.
Hvat endurgjaldið fer at ljóða uppá, sigur hann seg ikki hava nakað boð uppá. Men hann ivast ikki í, at tað kemur. Heldur ikki hevur hann nakað boð upp á, hvussu tað í so fall fer at spæla av.
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum vísir til tær ymsku tulkingarnar, sum bæði politikarar, embætisfólk og løgfrøðingar hava av lógini um vinnuliga fiskiskap.
Tvær ymsar løgfrøðiliga kanningar hevur hann biðið um, og tær eru ikki samdar. Umframt hava so bæði umsitingin í Fiskimálaráðnum og Landsstýrismálanevndin gjørt sínar niðurstøður. So landsstýrismaðurin metir hetta fara at verða eitt mál fyri rættin at avgera.
Onnur hav aheldur greiðari støðu. Eitt nú metir formaðurin í Felagnum Línuskip, Rólant Poulsen, sum av fyrstan tíð reisti málið um Jógvan S, at har er ikki so nógv at koma eftir, tí reiðaríið hevur longu frammanundan tvey fskifør, sum hava hvørt sítt veiðiloyvi. Tað, sum Jógvan S hevur havt fyribils, verður nú bara at taka sundur aftur og leggja út aftur til tey upprunaligu, heldur Rólant Poulsen.
Jacob Vestergaard, landsstýrsmaður, sigur, at tað, at tilsøgnin nú er tikin aftur, merkir, at skipið skal gevast at fiska beinanveg. Tað sleppur ikki at halda fram til fiskiárið endar tann 31. august.
Jacob Vestergaard fekk í síni tíð sum uppgávu frá løgmanni at rudda upp í Fiskimálaráðnum, tá hann tók við sum landsstýrismaður.
Tað vil kortini ikki siga, at hann skuldi ganga runt og blaka fólk til hús, uttan heldur gera arbeiðsgongdir og lógarverk einfaldari og lættari at umsita og skilja, sigur hann.
Síðan hann tók við er í fyrsta lagi tað hent, at slík mál sum tað við Jógvani S ikki bara verða avgreidd á embætismannastigi, men fara altíð til landsstýrismannin eisini.
Um tað fer at virka við afturvirkandi kraft, og soleiðis kanska fáa fylgjur fyri teir embætismenninar, sum avgreiddu málið um Jógvan S, vil landsstýrismaðurin ikki siga nakað um.
At tað vóru tveir embætismenn, sum avgreiddu málið, komst av, sigur Jacb Vestergaard, at sum arbeiðsgongdin var tá, var tað vanligt at gera so.
?Hevði talan verið um eitt innflutt skip,var tað øðrvísi, tí so kom landsstýrismaðurin uppí. Men her var talan um skip, sum gott nokk var farið úr føroysku skrásetingini, men ongantíð skrásett aðrastaðni og tí framvegis varð roknað sum føroyskt skip, hóast eigararnir vóru útlendskir.
?Tað hevur ongantíð verið politikkur uppi í hasi avgreiðsluni, hóast Fólkaflokkurin hevur verið lagdur undir bæði líkt og ólíkt í hesum málinum, leggur Jacob Vestergaard dent á. Málið var eitt avgreiðslumál, sum fyrisitingin tók sær av.
At tað hevur drigið út við almannkunngeringini av niðurstøðu landsstýrismansins kemst av, at hann hevur vilja kunnað bæði egnan flokk og samgonguna um málið, áðrenn tað varð avgreitt endaliga, sigur hann. Men niðurstøðan, hann nú hevur kunngjørt, er tann sama, hann kom til fyri ólavsøku.
Spurdur um tað var full semja í Fólkaflokkinum um tað, hann hevur gjørt av, svarar Jacob Vestergaard, at tað er ikki viðgjørt í flokkinum, um avgerðin er røtt ella ikki. Flokkurin er bara kunnaður um tað, hann hevur gjørt av.