Nú skal Tórsvøllur standa sína roynd ? bæði á vølli og áskoðaraplássum.
Áskoðarafelagið hjá fótbóltslandsliðnum, 12. maðurin, ætlar sær at leggja harðliga fyri, nú fyrsti veruliga týðandi landsdysturin verður spældur á nýggja Tórsvøllinum í Havn leygardagin.
Dysturin móti Estlandi er fyrsti undankappingardysturin, sum verður spældur í Havn, og 12. maðurin ætlar ikki, at teirra partur skal liggja eftir í royndini at gera Tórsvøll til veruligan heimavøll hjá landsliðnum.
? Vit høvdu tað gott á Svangaskarði, og vit vóna, at tað verður líka gott á Tórsvølli, sigur Regin Egholm, formaður í 12. manni.
Nýggj høli at hita upp í
12. maður hevur nú útvega føroysku áskoðarunum høli, sum skulu nýtast undan dystunum á Tórsvølli.
Frá klokkan 14.00 leygardagin verður Bridgehúsið (tað er gamla HB-húsið við niðara vøll í Gundadali) opið fyri áskoðarum, sum ætla sær til dystin klokkan 17.00.
? Vit ætla at savna áskoðarar til at hita upp, tosa eitt sindur saman og annars gera klárt til dystin, sigur Regin Egholm.
? Vanligt hevur verið, at áskoðararnir koma hvør í sínum lagi stutt undan dystinum, men vit vóna, at vit fáa savna eina fitta fjøld, sum so kann fara saman til dystin.
Undan dystinum verður møguligt at fáa okkurt til matna og okkurt leskandi í Bridgehúsinum, og frá klokkan 15.00 er sølubúðin við Tórsvøll opin. Har ber til at keypa sær fløgg, turrikløð, keppar og annað, sum kann geva áskoðaraplássunum røttu litirnar.
? Vit leggja dent á, at øll kunnu koma í húsið leygardagin, tí hetta er ikki nakað tiltak bara fyri okkara limir. Tað eru bara vit sum skipa fyri, men øll kunnu verða við, sigur Regin Egholm.
Enn hevur 12. maður ikki fingið nakað fast pláss at halda til á Tórsvølli, men felagið ætlar sær hava sín egna heimavøll miðskeiðis á langsíðuni á vøllinum. Haðani er so ætlanin at seta gongd í áskoðarafjøldina og at fáa lív í á vøllinum.
Øðrvísi á Tórsvølli
Seinastu tveir dystirnir á Svangaskarði vóru ein fragd hjá bæði áskoðarum og spælarum, tí úrslitni vóru góð og lagið á áskoðaraplássunum var sera gott.
? Vit kom at sita eitt sindur longri frá vøllinum á Tórsvølli, og tað hevði verið betri um áskoðarapláss høvdu verið kring allan vøllin, sum tað er á Svangaskarði, men vit vóna, at vit hóast alt fara at klára at seta lív í á vøllinum, sigur Regin Egholm.
? Vit hava eisini brúk fyri hjálp frá spælarunum, tí spæla teir væl, kemur tað lív í av sær sjálvum, og so kunnu vit í síðsta enda hjálpa teimum.
Veðrið spælir altíð við í Føroyum, og tað hevur eisini ávirkan á, hvussu lagið er á áskoðaraplássunum.
? Vit hava áður spælt móti Estlandi, og seinasta taptu vit stórt. Nú vóna vit, at landsliðið fer á vøllin leygardagin fyri at hevna tað tapið, sigur formaðurin í felagnum 12. manni.