Nú skal tað praktiska avgreiðast

Nú skal tað umsitingarliga í samband við ætlaðu kommunusamanleggingina avgreiðast, sigur borgarstjórin í Sørvági

Nú er tað praktiska eftir, áðrenn endaligur sáttmáli kann undirskrivast, segði borgarstjórin í Sørvági, Eivin Jacobsen, eftir fókaatkvøðuna í Bíggjar Sóknar Kommunu leygardagin.
Hann væntar ongar trupulleikar av at fáa samtykt samanleggingina í báðum bygdarráðunum. Fyribils avtala er gjørd, og okkurt smávegis er, sum eftir er at avtala. Men ikki nakað, sum fer at kollrenna ta avtalu, sum fyriliggur, væntar Eivin Jacobsen.
Um samanleggin til eina stóra felags kommunu í Vágum sigur Eivin Jacobsen, at nakað ítøkiligt um tað fyriliggur ikki. Einki slíkt hevur verið viðgjørt í kommunalum samanhangi í vágum, sigur hann.
Men persónliga er hann fúsur at fara undir at kanna teir fyrimunir og vansar, sum kunnu standast av tí.
Hann sigur, at tað er greitt, at Sørvágs Bygdarráð fer at viðgera eitt slíkt uppskot, um tað kemur. Men nú skulu bygdarráðslimir taka tað eitt sindur róligt enn eina løtu, heldur hann. Tí stutt er til kommunuval, sum verður í heyst, og klókast er helst at bíða til eftir tað valið, og so lata tey, sum tá skulu stýra, taka tær endaligu avgerðirnar, heldur borgarstjórin í Sørvági.