Nú skal TB royna at fella HB

Tað er bara toppliðið HB, sum í átta teimum fyrstu umførunum ikki hevur roynt at fara av vøllinum uttan úrtøku. HB hevur vunnið seks ferðir, og tvær ferðir er tað endað javnt í Gundadali – 1-1 ímóti B36 og 0-0 ímóti 07Vestur.

 

Fyri viku síðani fall HB í fjórðingsfinaluni í steypakappingini ímóti EB/Streymi. Úrslitið var 0-0, og HB tapti brotssparkskappingina.

 

-Vit høvdu ikki marginalirnar við okkum, og vit megnaðu ikki at vinna úrtøku burturúr málmøguleikunum, sum vit spældu okkum til ímóti EB/Streymi. Nú er ikki annað at gera enn at savna okkum um landskappingina, staðfesti HB venjarin Oddbjørn Joensen.

 

TB venjarin, Hans Fróði Hansen, fegnast um, at hansara lið seks tær seinastu ferðirnar er farið av vøllinum við úrtøku. Hann sigur seg bæði vera nøgdan og ikki:

-Eg eri sera væl nøgdur við hugburðin og avrikini hjá okkara monnum. Men eg eri ikki nøgdur við støðuna á stigatalvuni. Við eitt sindur av hepni og kynismu áttu vit at havt nøkur fleiri stig, sigur Hans Fróði Hansen.

 

TB venjarin sigur seg arbeiða við at menna vinnarahugburð í ungu og ágrýtnu monnunum. Tølini siga teimum, at tað er torført at vinna úrtøku ímóti HB í Gundadali. At tað ber til hevur 07 Vestur við málleysum javnleiki fyrr í ár víst bæði TB og øllum øðrum.

 

Tað eru 22 ár síðani, at TB síðst vann á útivølli ímóti HB.