Sjúkrahúsið ein heiður fyri Føroyar
Útvarpið við álposduoini, Katrini Petrersen og Ingrid Bjarnastein, fjórðu “statsmaktini”, hava tykst mær samvirkandi við Landssjúkrahúsið við einum endamáli, nevniliga at gera roynd at til einkisgera týdningin av einum vælvirkandi sjúkrahúsi – nevniliga Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta eru ikki nýggir tankar.
Niðrandi, skeiklandi og onkisigandi framløgurnar í útvarpinum hjá Ellingsgaard um Klaksvík, sekvensirnir langir sum eitt ónt ár, við yvirskriftum: “Gamlar mytur um strangt sundurbýti í átrúnarligar samkomur styggir fólk burtur frá at flyta til Klaksvíkar, metir sálarfrøðingur”. – Kundi hugsa mær, at hesin sálarfrøðingur, hevur eina heldur “breiðari og virðismiklari viftu” enn júst hesa yvirskrift. Men hon er óhugnaliga leiðgevandi. - Gleði meg til hansara framløgu.
Mentafólk
Fyri kortum sleppur luttakari – Jógvan E. Ósá - í “Tilveru” at siga, uttan rættleiðing, at í Klaksvík var tað so, at: ”um tú ikki var baptist, so slapp tú ikki at arbeiða hjá Kjølbro”, tá ein veit, at flestu av fjølskyldu hansara arbeiddu júst hjá Kjølbro. – Hetta er ósatt, ljótt og søguliga skeivt.
Kom í tankar um, tá eg las brævasambandið millum klassisku mentanarmennirnar í serflokki, Christian Matras, William Heinesen og Karsten Hoydal, sum kom út í bók, hvussu teir fóru við sokallaðu kapitalistunum í Føroyum. Tað var ikki við mýkindum Kjølbro var viðfarðin, sum m.a. tók sær av Hoydal eftir krígslok, tí hann onki annað starv hevði at koma heim aftur til. – Tað er alt annað enn vakurt at lesa.
Eftirkomarar
Hoyrdi, at ein “Álvaratos”-sending, skuldi viðgera Klaksvík fyri nøkrum døgum síðani. Setti mær fyri ikki at lurta, men heldur gita um, hvat hvørji fóru at siga. Tá eg seinni spurdi fólk, sum høvdu lurtað, var tað næstan onki øðrvísið, enn eg hevði roknað við. Sendingina “Álvaratos”, skal ein tó ikki taka fyri meiri, enn tað hon er. Rudolf Joensen, Elin Michelsen og Heri Jacobsen. Hevði roknað við, at Heri fór at verða “toppskorðari” í seriøsiteti, og tað var hann. Rudolfsa meiningar um viðurskiftini, kenni eg, men tørvandi kunnleikan hjá Elini, har hon lítið og onki annað kennir til Klaksvík enn Suð, 17 Sangarar og okkurt afturat, sigur hon. Tá er ein innvavdur um eyguni. Bæði blindur og dulur um hetta lítla men vakra landið Føroyar. Men verturin flennur sjálvandi bara fjákut eftir hesum.
Gosfjallið í Thorsgade
Sum rosinan í pylsuendanum kemur Gosfjallið í Thorsgade í Keypmannahavn, sum av og á goysir, í Norðlýsið, og skrivar sera niðrandi í villskapi um Kjølbro. Tað gjørdi hann eisini um Norðoyatunnilin, áðrenn hann kom. Eisini sum hann á sinni greiddi frá, at eg hevði atkvøtt í 1972 fyri at taka gomlu Klaksvíkina niður. – Hetta var eisini ósatt! – Bergur, søgan hevur langt síðani prógvað Kjølbro og dugnaskap hansara, so skift rás!
Tá alt hetta er sagt, sjálvandi kundi eg hildið fram, so minnir ódámliga herferðin móti heiðursmanninum Kjølbro ikki sørt um, tá fólkatingslimurin Farnk Aaen, meiri enn insinueraði A. P. Møller at vera nazist, og á henda hátt legði alla herslu á at dálka hann, sum fekk Mærsk Mc Kinney Møller og onnur til meiri enn at mótmæla.
Hetta eru bara fáar viðmerkingar og veruligar staðfestingar, sum vit hava “hugnað okkum við” seinastu tíðina í okkara fjølmiðlum, og sum eg havi troysta mær at vísa á.
Nógvar fyritøkur bygdu Klaksvík
Lat meg so til seinast bara gera vart við, fyri tað fyrsta var Jógvan Fredrik Kjølbro størsti vinnulívsmaður, sum bæði hevur verið og helst fer at koma í Føroyum og sum ikki bara hevði stóran týdning fyri Klaksvík, men fyri allar Føroyar og har fingu allir klaksvíkingar arbeiði á líkaføti, sjálvandi eftir dugnaskapi. Hetta gjørdi eisini, at har arbeiði var vinnuliga, har flutti fólkið. Føroyingar hava altíð flutt eftir arbeiðinum.
Í øðrum lagi hevur Klaksvíkin átt so mangar aðrar stórar vinnulívsfyritøkur umframt Kjølbro, sum ídag eitur JFK P/f, sum ofta hava staðið í skugganum, hjá teimum óvitandi sum ongantíð eru mettað av at niðurseta Kjølbro, sum hava skapt livilíkindi bæði í Klaksvík og aðrastaðni í landinum: P/f Joensen & Olsen, P/f Stella, Norðoya Samvinnufelag, Einar Waag, P/f J. J. Jacobsen, P/f J. C. Isaksen, P/f Christian í Grótinum, P/f Dávur úr Gerðum, Símun Dávi Kalsøe, Wilhelmsen-brøðurinr, ættaðir av Syðradali og síðani nógvar aðrar núlivandi og virðismiklar vinnufyritøkur
So til allarseinast, tað undrar Sosialin, at Norðlýsið vágar sær at koma út í øll húskini í Føroyum uttan við samtykki frá Sosialinum, fær blaðið at geva ilt av sær.
Nei, skammið tykkum! Hesin hugburður og hesi álop móti næststørsta býi og fiskivinnuhøvuðsstaði Føroya ger, at okkara land framvegis ikki kemur longri. Fólkið eigur at standa saman við Klaksvíkini og øðrum eins frammarlaga vinnulívsplássum í landinum, tey eru tíbetur ikki so fá. Tað vinnur fólkið burtur úr øvundsjúku og smáborgarligum hugsunarhátti, so landið ikki fer longri út í álvarsama hóttafallið, enn vit í løtuni eru í.