Seks menn, sum vóru skuldsettir fyri at hava bukað og neyðtikið eina 23 ára gamla kvinnu í einum bussi í indiska høvuðsstaðnum New Dehli tann 16. desember, eru nú eisini skuldsettir fyri dráp. Tað er hent, eftir at kvinnan doyði á einum sjúkrahúsi í Singapore í gjárkvøldið, skrivar Reuters Bureau.
Leiðslan á sjúkrahúsinum segði í gjárkvøldið, at kvinnan var deyð av løstunum, sum hon fekk, tá hon bleiv bukað og neyðtikin.
Løgreglan í New Dehli ber ótta fyri mótmælum, nú kvinnan er deyð, og tí hava myndugleikarnir avbyrgt tað mesta av miðbýnum og stongt ein part av undirgrundarbreytini í býnum.