Jan Müller
Tað var eitt samt løgting, sum í farnu viku tók undir við marknaavtaluni millum Føroyar og Bretland. Sosi-alurin fer at tríva í nakað av tí, ið kom fram undir orðaskiftinum, og fara vit í dag at hyggja eitt sindur nærri at tí, sum formaðurin í tí størsta andstøðuflokkinum, Jóannes Eidesgaard, hevði at siga um avtaluna.
Hann treiv fyrst í tað søguliga og segði:
-Tað er sanniliga ein søguligur dagur í dag í okkara altjóða politiska samskifti, nú eitt áralangt stríðsmál við okkara granna fyri sunnan Bretland um marknasetingina millum okkum og teir er komið at enda. Hetta hevur verið eitt sera drúgvført mál, sum byrjar fyri meira enn 20 árum síðani, tá bretar og danir semjast um, at fiskimarkslinjan millum bæði ríkini skuldi fylgja miðlinjuni bæði í Norðsjónum og í Norðuratlantshavi. Seinni tá so londini kunngera fiskimarkið, kemur ein ósemja undan kavi, sum fyrst verður loyst við hesum sáttmála, sum liggur til tingsins viðgerð.
Men harumframt ásetir hesin sáttmáli eisini landgrunsmarkið millum Føroyar og Bretland, sum er eitt beinleiðis úrslit av teimum samráðingum, sum hava verið síðan 1991. Og við hesum sáttmála eru Føroyar náddar so langt, at vit nú veruliga kunnu fara undir at fyrireika ein møguligan føroyskan oljuídnað, sum okkum gavst møguleikar til, tá málsøkið "Ráevnini í undirgrundini" vórðu yvirtikin í des. 1992. So hesin dagur er eisini søguligur á annan hátt, tá hesin kann verða byrjanin til eina nýggja og spennandi avbjóðing fyri føroyska samfelagið.
Vert er eisini at geva gætur, at hetta framstig í føroyskum altjóða politikki hendir við egnum initiativi undir verandi ríkisrættarligu støðu.
Jóannes Eidesgaard boðaði síðani frá, at Javnaðarflokkurin eins og hann hevur gjørt, tá málið hevur verið til viðgerðar í Uttanlandsnevndini, fer at taka undir við málinum.
Positiv umrøða
Hann segði víðari:
-Umrøðan málið longu hevur fingið í fjølmiðlunum hevur stórt sæð verið positiv. Vit hava sæð yvirskriftir sum t.d.: "Einki minni enn eitt bragd" ? "Perfekt, professionelt og seriøst" ? "Avtalan uttan iva betri enn Haag". Men so hava vit hin vegin eisini sæð, at einstakar viðmerkingar hava verið atfinningarsamar, har onkrir vilja vera við, at arbeiðið átti at verið gjørt betur, soleiðis at eitt frægari úrslit hevði fingist burturúr.
Umrøðan veldst sjálvandi um tey eygu, sum síggja avtaluna, og um viðmerkingarnar hava eitt annað siktið enn bert at vera beinleiðis viðmerkingar til sjálvt málið. Men í viðgerðini stendur tað okkum løgtingmonnum ikki frítt at analysera og viga hesa avtalu, tað kunnu vit bert gera út frá tí framlagda og almannakunngjørda løgtingsskjalinum. Nevndarlimirnir í Uttanlandsnevndini hava fingið at vita, at allir leikir í hesum drúgva talvi skulu handfarast í trúnaði. Ella sum tað verður sagt í Guidelines frá samráðingarpørtunum: "The contents of the talks will be kept confidential".
Partarnir hava víst tolsemi í samráðingunum, men eisini oljufeløgini, sum hava víst føroyska økinum áhuga, hava bíðað tolin eftir einum úrsliti.
Men tolsemi hevur tó verið neyvt avvigað, tí hóttanin um at málið kundi enda við dómstólin í Haag hevur gjørt, at partarnir eisini hava víst neyðuga viljan til at finna eina sarmáðingarloysn. Serliga vit føroyingar, men møguliga eisini bretar hava kent óvissuna við ein dóm í Haag. Hvat vildi fara at liggja til grund fyri tí dóminum? Vildi tað verða strandalongdin hjá báðum londunum eins og í dóminum millum Malta og Libya? Tá hevði markið ligið langt inni á føroyska landgrunninum. Men møguliga vildi onnur viðurskiftu eisini ligið til grund, tí bretar hava eisini havt lítlan hug at fara vegin til Haag?
Altjóða ráðgevingin, sum føroyska samráðingarnevndin hevur brúkt, hevur alla tíðina víst á vandan við óvissuni í Haag. Men harumframt hevði eitt sakarmál bæði kostað nógva tíð og nógvan pening. So Haag hevur avgjørt ikki verið eitt mál í sær sjálvum.
Miðlinjan
Jóannes Eidesgaard nam síðani við spurningin um miðlinjuna:
-Øll tey fyrstu árini var føroyska sríðsmálið at fáa bretar at viðurkenna, at einasta sakliga kriterii fyri einum marki var ein miðlinja. Her minnast vit serliga tann eldhuga, sum Dánjal Nolsøe, sáli vísti málinum um miðlinjuna. Og tað var kanska størsta frambrotið í samráðingunum, tá bretar knappliga viðurkendu eisini at tosa um miðlinjuna sum landgrunsmark.
Tað vil so vera, at eitt samráðingarumfar, ið hevur verið so drúgvt sum hetta, har hevur málið havt skiftandi gongd. Løtur við máttloysi, har lítið og einki hendi ella fórmøguliga eftir hæli, og so aftur løtur, har vónin fyri semju aftur varð kveikt
Øll minnast vit, tá bretar vildu kanna sær eitt landgrunsmark, sum lá so stutt úr Suðuroynni, at onkur metti, at tað bar til at standa í Føroyum og spýta inn í tað økið, sum bretar kannaðu sær. Síðan minnast vit eisini, tá vónin kveiktist aftur í 1996 eftir drúgva naggatódn, tá konservativi bretski oljumálaráðharrin Lord Frazer segði í røðu við ótolna oljuídnaðin: "vit mugu finna eina loysn fyri "Hvíta økið"innan ár 2000, og tí halda samráðingarnar við Føroyar fram um eitt miðlinjumark".
Og uppaftur kveiktist nýggj vón, tá alt bendi á, at konservativa stjórnin í Bretlandi ikki fór at halda fram eftir valið í 1997. New Labour við Tony Blair og Robin Cook á odda boðaðu frá í teirra valmanifesti, at Labour ynskti at verða virðismett í umheiminum fyri sín reiðiliga uttanlandspolitikk. Hetta vístu teir í verki, tá teir broyttu støðu viðvíkjandi Rock All og fylgdu altjóða rætti. Og tá so skilamaðurin John Prescott úr Old Labour, sum stuðlaði Íslandi í toskastríðnum á sinni, gjørdist vara Prime Minister, so vóru vit mong, sum høvdu vón um eina semju.
Men stígur kom í aftur, og knappliga frættist, at fyrrverandi løgmaður nú hevði lagt alt sítt álit og alla sína vón á danska forsætismálaráðharran, at hesin skuldi loysa trupulleikan saman við bretska starvsbróður sínum. Men øll vita vit, at danska stjórnin aftaná tær rembingar, sum hava verið millum Føroyar og Danmark her í 90´unum, ikki fór at gera nakað sum helst yvir høvdinum á føroyingum í hesum máli. Tað vóru jú eisini teir, sum í 1993 sluppu sær undan samráðingarábyrgdini, tá Tyge Lehmann sum samráðingarleiðari varð skiftir út við Árna Olafsson.
Men núsitandi løgmaður hevur víst annað hegnið og størri álit á samráðingarnevndina og serliga á leiðaran soleiðis, at vit í dag sita við einum úrsliti, sum er klárt at undirskriva. Men sum longu er sagt, so hava verið nógvir leikir í hesum talvi, og tað hava eisini verið nógvir aktørar. Frá føroyskari síðu hava ikki so fá fólk hesa drúgvu tíð luttikið aktivt í hesum arbeiði, og eri sannførdur um, at tey øll hvør í sínum lagi hava lagt sítt besta í arbeiðið, soleiðis at úrslitið skuldi gerast so gott sum gjørligt fyri Føroyar.
So tað besta vit nú kunnu gera er, at vit ikki bakka tíðina aftur og seta spurnartekin við, hvar og hvussu vit kanska kundu havt gjørt okkurt øðrvísi. Fyri tað fyrsta so loyvir trúnaðarskyldan okkum ikki at fara út í smálutir, men eftirrationaliseringar í einum slíkum máli tæna ikki nøkrum konstruktivum endamáli. Og at vinna partapolitiskan
fyrimun ella enn verri persónligan politiskan vinning við eftirrationaliseringum er beinleiðis ódámligt og ósømiligt, samstundis sum tað er ein háðan av politiskum og embætisligum viðspælarum.
Samráðingaravatalan er eitt úrslit av einari langari process, sum hongur saman og ikki kann tægast sundur. Og at heingja spjøldur á hvønn annan sum vinnarar ella taparar kunnu og eiga vit ikki hvørki nú ella seinni, tá oljuleitingar í umstríddu økjunum møguliga fara at geva úrslit. Ein vælskipað samráðingarloysn hevur ongar beinleiðis vinnarar og beinleiðis taparar, tí báðir partar hava fingið nakað og báðir partar hava givið nakað. Tað er jú aðaltátturin í frælsum samráðingum.
Tað er gleðiligt, at vit nú kunna leggja hetta málið afturum okkum og kunnu bróta upp um ermar fyri at fara undir fyrireikingarnar, sum nú liggja fyri framman.
Fyrireikingar, sum eisini fara at krevja orku, vit og skil av bæði politikkarum og embætisfólki, so tann nýggja avbjóðingin ikki tekur okkum av fótum hvørki so ella so. Men hetta er eitt spennandi og perspektivríkt arbeiði, sum vit gleða okkum at fara undir.
Jóannes Eidesgaard nýtti eisini høvi vegna Javnaðarflokkin at takka embætisfólkunum, sum hava lagt so nógva orku í hetta mál, og besta tøkkin politikkarar kunna geva hvørjum øðrum er við einum einmæltum Løgtingi góðkenna avtaluna.
-Eg fái sum fólkatingslimur eisini høvið at luttaka í viðgerðini av avtaluni í Fólkatinginum, og vil eg sjálvsagt eisini har geva málinum besta viðmæli.