Nú er loksins alt klárt til at Varðin Pelagic á Tvøroyri kann fara undir at byggja umstríddu frystigoymsluna á Tvøroyri út.
Tvøroyrar Býráð fer nú seinnapartin at viðgera umsóknina frá Varðanum um byggiloyvi til frystigoymsluna, men málið er so nógv viðgjørt og væl lýst, at tað verður bara ein avgreiðsluspurningur.
Sostatt eru tey seinastu viðurskiftini formliga fingin í rættlag og nú kann sjálvt arbeiðið byrja.
Varðin upplýsir fyri Tvøroyrar Býráðið, at ætlanin er at fara undir arbeiðið longu í næstu viku.
Og longu um mánaðarskiftið mai, juni, skal frystigoymslan verða klár at frysta og hálvan juni skal verða klárt at avskipa.