Næsta ár kunnu lærlingar tjena 50.000 krónur - uttan at rinda skatt av tí.
Tað er greitt, nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen.
Hann legði uppskot fyri Løgtingið um at loyva lærlingum at tjena 50.000 krónur skattafrítt. Tað merkir, at tjenar ein lærlingur 150.000 krónur, skal hann bara rinda skatt av 100.000 krónum.
Endamálið er at eggja fleiri ungfólkum at fara í læru, og endamálið er eisini at eggja lærlingum at arbeiða meiri afturat læruni.
Mett verður, at einir 1.000 lærlingar eru, sum fara at fáa hendan skattlættan. Og Fíggjarnevndin er at kalla samd í, at lærlingur skulu fáa 50.000 skattafrít næsta ár.
Mett verður, at hetta fer at kosta landskassanum 7,5 milliónir í mistum inntøkum, og kommununum 10 milliónir.
Men kortini halda umboðini fyri samgonguna í Fíggjarnevndini, Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen og Bill Justinussen, at úrslitið verður helst, at bæði landskassin og kommunurnar fara at fáa fleiri inntøkur, tí hugurin hjá lærlingunum at arbeiða, fer at veksa.
– Við fleiri lærlingum fer tað eisini at hava við sær, at færri fara í miðnámsskúla og úrslitið av tí, er, at so skulu eisini færri hava lestrarstuðul, so tað verður ein sparing.
Umboðini fyri andstøðuna, Aksel V. Johannesen, Kristina Háfoss og Ruth Vang, vísa á, at ongin ætlan er um, hvussu hesin skattalættin skal fíggjast.
– Landsstýrið hevur einki boð uppá, hvørjar inntøkur land og kommunur skulu seta í staðin fyri inntøkurnar, tær missa av hesum uppskotinum.
Tey taka kortini undir við uppskotinum, men vildu heldur havt, at skatturin varð lækkaður, sum heild fyri tær lægru inntøkurnar.
Kristin Michelsen, sum eisini er limur í Fíggjarnevndini, vildi hava at vita, hvussu hetta rakar hvørja einstøku kommunu í landinum, men tað hevur gingið strilti at finna teir upplýsingarnar.
Hann vónar eisini, at samgongan fær eitt nógv betri samskifti við Kommunufelagið. Tí sigur hann, at hann tekur støðu til málið, tá ið Løgtingið skal atkvøða um tað.