Veturin er tann kaldasti í Afghanistan tey seinastu umleið 30 árini Tað hevur verið óvanliga kalt í Afghanistan í vetur, og sambært myndugleikunum hevur kuldin kravt minst 926 mannalív.
Herumframt eru meiri enn 300.000 húsdjór deyð í kuldanum, og meiri enn 800 hús eru oyðiløgd, skrivar AP úr Kabul.
Tað hevur fryst niður í 30 kuldastig, og veðurmenninir siga, at veturin er tann kaldasti í meiri enn 30 ár.