Tølini standa í einari frágreiðing, sum Reyði Krossur gjørdi, og sum varð latin amerikonsku stjórnini í februar. Upplýsingarnar hevði Reyði Krossur frá fregnartænastumonnum hjá USA, Bretlandi og hinum londunum, sum eru við í krígnum í Irak.
Frágreiðingin hevur verið loynilig, men nú hevur Los Angeles Times fingið fatur á henni. Har stendur millum annað, at av teimum 43.000 irakunum, sum teir sameindu hava tikið í Irak, máttu næstan allir latast leysir, tí tað vísti seg, at teir vóru ósekir. Bara 600 eru latnir iraksku myndugleikunum til rættarsøkn.
Í frágreiðingini stendur eisini, at irakskir fangar hava verið illa viðfarnir, og at í flestu førum byrjaði tann ringa viðferðin, longu tá teir vórðu tiknir. Frágreiðingin nevnir 250 tilburðir um ringa viðferð.
Los Angeles Times hevur biðið amerikonsku herleiðsluna um viðmerking til frágreiðingina hjá Reyða Krossi, men svarið var, at eingin í herleiðsluni hevði lisið frágreiðingina, og tí kundi eingin har gera nakra viðmerking til innihaldið.