Næstan ómøguligt at fáa viðgerð fyri gikt aftur í Føroyum

- Fer giktlæknin av landssjúkrahúsinum, verður tað mest sum ómøguligt at fáa viðgerð fyri gikt aftur í Føroyum.

Tað staðfesta yvir 300 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og 348 onnur fólk, í eini inniligari áheitan á Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum.

Tey hava í morgun handað landsstýrismanninum eina áheitan við 600-700 undirskriftum, har tey vísa sína misnøgd við, at giktlæknin, Pero Sore, hevur sagt seg úr starvi.

Tey vísa á, at hann hevur verið ein stórur vinngingur heilsuverkið, sjúklingar og avvarðandi.

- Vit spara tíð kostnað fyri bæði heilsuverk og sjúklingar við tað, at Pero Sore er sera skjótur og dugnaligur at sjúkugreina og at fáa sjúklingar í viðgerð.

- Harafturat kemur, at sjúklingar við gikt verða mestsum ikki innlaagdir longur og mong av teimum, sum áður hava verið óarbeiðsfør, eru nú aftur í arbeiði.

Tey leggja afturat, at fólk, sum áður lógu til at fáa avlamispensjón, eru nú á arbeiðsmarknaðinum.

Niðurstøðan hjá teimum er, at fer hann, verður tað at kalla ómøguligt at varðveita viðgerð fyri gikt í Føroyum.

Tí heita tey staðiliga á landsstýrismannin um at gera alt fyri, at giktlæknin fær arbeiðsfrið og arbeiðsumstøður, siga tey 600-700 starvsfólkini og hini, sum hava skrivað undir áheitanina.