Nú standa vit sterkari tá ið vit skulu verja grindadráp

?Umrøðan av grindadrápinum í Fólkatinginum er eitt óvæntað úrslit av vitjanini hjá Paul Watson í Føroyum, heldur Justines Olsen, djóralækni, sum hevur gjørt nógv fyri at bøta um grindadrápið

Umrøðan, sum danska Fólkatingið herfyri gav grindadrápi hevur sera stóran týdning fyri føroyingar.

Tað heldur Justines Olsen, djóralækani.

Í nógv ár hevur hann verið undangongumaður í arbeiðnum at bøta um drápsháttin.

Og hann heldur, at tá ið vit skulu verja grindadrápið, styrkir tað munandi um støðu úteftir, at so mætir og viðurkendir menn sum Peter Sandøe halda, at tað er ongin orsøk til at finnast at grindadrápi útfrá einum siðsemiligum sjónarmiði.

Tað var í kjalarvørrinum á vitjanini hjá tiltikna umhvørvisverndarmanninum. Paul Watson í Føroyum í summar, at danski fólkatingslimurin, Aase D. Madsen úr Dansk Folkeparti, reisti málið á fólkatingið, sum vit hava greitt frá á síðu 5.

?Hetta var so ein óvæntaður eykavinningur, sum vit fingu burturúr vitjanini hjá Paul Watson. Og hetta var eitt av teimum fáu úrslitunum, sum vit kunnu takka honum fyri, heldur Justines Olsen.

At so Dansk Folkeparti tekur málið upp, er eitt úrslit av eini grein, sum Trygvi Johansen á føroysku viðskiftastovuni skrivaði í Jyllandsposten í juli í summar, har hann vardi rætt okkara at drepa grind.


Stóran týdning

Hann vísir á, at m.a. Peter Sandøe er ein viðurkendur serfrøðingur á økinum.

? Og eg haldi, at tað hevur stóran týdning fyri okkum, at ein maður sum hann ikki heldur, at tað er nøkur orsøk til at finnast grindadrápið útfrá einum siðsemiligum sjónarmiði.

Hann vísir eisini á, at danska djóraverndarfelagið hevur nøkur fyrivarni fyri grindadrápið og kann ikki taka undir við tí av tí at ávís krøv ikki vera uppfylt.

? Eitt nú vilja teir ikki góðtaka hvalváknið og krókin, og at hvalur verður dripin frá báti.

? Men hvalváknið er bannað og tað er bara í heilt serligum førum, at hvalur verður dripin frá báti og at tað er loyvt at brúka krók.

?So at siga tað einasta, sum danska djóraverndarfelagipð hevur eftir at finnast at, er, at hvalurin verður strongdur, tá ið hann verður rikin í drápið.

?Men í veruleikanum er tað ongin, sum veit nakað sum helst um hetta, sigur Justines Olsen.

Hann sigur, at av tí, sum donsku serfrøðingarnir siga, framgongur, at tað er onki alternativ til drápsháttin, sum vit nú brúka.

?Teir vísa eisini aftur, at grindadráp kann samanberast við tað, sum fer fram á einum sáturvirki.

? Tað er annars vanligt at samanbera avlíving av hvali við avlíving av einum dýri á einum sláturhúsi.

? Men nú eru so hesir donsku serfrøðingarnir samdir við okkum um, at tað ber ikki til.

Tí heldur hann samanumtikið, at umrøðan í danska Fólkatinginum hevur styrkt okkara støðu úteftir.

?Men støðan hjá donsku serfrøðingunum til grindadráp hevur eisini gjørt tað nógv lættari at samskifta við útheimin um grindadráp - í hvussu so er við danir.

Og ikki minst tað heldur hann hevur stóran týdning, tí tað er mest í donskum bløðum, at grindadráp verður viðgjørt.