3. deild
Tað gongur sum eftir ánni við fótbóltinum í Vági. Og tað gongur alt annað enn væl við fótbóltinum á Toftum. Í blaðnum í gjár varð sagt frá dystinum ímillum teir bestu hjá B68 og VB. Har varð staðfest, at útisigurin hjá VB var uppiborin, og støðutalvan eftir tvey tey fyrstu umførini vísti, at VB hevur fingið fulla úrtøku, meðan B68 einki hevur fingið burturúr.
Støðutalvan í 3. deild vísir nett tað sama. VB hevur fingið fulla úrtøku, og B68 hevur einki fingið burturúr. Sunnudagin dystaðust næstbestu toftamenninir og næstbestu vágbingarnir. Akkurát sum tá bestu liðini tókust, so var úrslitið 4?1 til VB.
Vágbingar fingu hol á beinanvegin, og teir vóru frammanfyri 3?0, áðrenn B68 svaraði aftur. Tað var tíðliga í 2. hálvleiki. Kanska hildu toftamenn seg luktað møguleikan at koma afturíaftur, men hann varð skjótt punkteraður, tí toppskjúttin í deildini, Birgir Jørgensen, økti til 4?1.
KÍ legði í fyrsta umfarinum bragdliga fyri á heimavølli ímóti GÍ. Hesa ferð høvdu teir aftur heimavøll, men tað hilnaðist einki ímóti AB. Á KÍ liðnum vóru kend fótbóltsnøvn í Klaksvík sum t. d. Trúgvi Poulsen og Karl Marius Poulsen. Í KÍ málinum stóð John William Joensen, og hann bjargaði fleiri ferðir meistarliga væl.
AB hevur mist onkrar spælarar síðani í fjør. T. d. eru Peter Ritter og Svenning W. Hansen farnir til B71. Einstakir spælarar eru komnir aðra staðni frá, t.d. eru Hergeir Eldevig og Rúni Petersen komnir úr Fuglafirði.
Tað vóru málmøguleikar báðar vegir í Klaksvík. AB hevði flestu møguleikarnar, men tað var ikki fyrrenn í 77. minutti, at Eyðun Dalsgarð fekk hol á, eftir at hann fyrst hevði vunnið takling við ein verjuspælara, og síðani vann takling við KÍ málverjan. Seks minuttir seinni økti sami maður, og tríggjar minuttir undan leikloki staðfesti Niels Eli á Krákusteini 3?0 AB sigurin. Síðsta málið kom eftir álop, sum var myndað frá málverjanum og við fleiri støðum fram eftir vøllinum. Hergeir Eldevig legði innfyri, og Niels Eli stútaði.
Í Fuglafirði var heimaliðið á odda 1?0 inntil tað restaðu ellivu minuttir. Janus Petersen legði heimaliðið framum, men seinni vóru bæði málskjúttin og Hjalti Lundsbjerg so mikið óhepnir, at teir noyddust at taka seg av vøllinum, tí teir vóru skaddir.
Eyðun Gullok Svalbard hevði misnýtt eitt brotsspark, tá støðan var 1?0. Eftir at Allan Michelsen hevði javnað gjørdi spælandi Royn venjarin rættuliga um seg, tí hann skoraði bæði til 2?1 og 3?1. Tá støðan var 3?1 misnýttu hvalbingar aftur brotsspark. Seinnu ferðina var tað Rúni Thomsen, sum royndi úr ellivu metrum.
Í Gøtu vóru tvørámenninir ungir og raskir. Gøtumenninr vóru í miðal væl eldri, og teir tóktust orka væl minni enn gestirnir. Men GÍarnir høvdu nógvar royndir, og teimum eydnaðist við einum máli í hvørjum hálvleiki at fáa fult burturúr tøttu uppgerðini. John Vangberg Petersen skoraði bæði málini. Hitt fyrra eftir uppspæl í vinstru og hitt seinna eftir aftur og fram í TB brotsteiginum.
Í Gundadali kom einki mál. Tað vil siga, at B36 hevur spælt tveir javnleikir, og tað vil eisini siga, at sandoyingar framvegis eiga fyrsta málið í ár til góðar.
2. umfar
KÍ?AB 0?3 (0?0)
0?1: Eyðun Dalsgarð
0?2: Eyðun Dalsgarð
0?3: Niels Eli á Krákusteini
GÍ?TB 2?0 (1?0)
1?0: John Vangberg Petersen
2?0: John Vangberg Petersen
ÍF?Royn 1?3 (1?0)
1?0: Janus Petersen
1?1: Allan Michelsen
1?2: Eyðun Gullok Svalbard
1?3: Eyðun Gullok Svalbard
B68?VB 1?4 (0?3)
0?1: Bergur Winther 8
0?2: Kári í Lágabø 22
0?3: Bergur Winther 32
1?3: Janus Thomsen 53
1?4: Birgir Jørgensen 62
B36?B71 0?0
Máltindurin
Birgir Jørgensen VB 5
Eyðun Dalsgarð AB 2
Signar Johannesen AB 2
John Vangberg Petersen GÍ 2
Helmar Lassen KÍ 2
Sørin Petersen KÍ 2
Allan Michelsen Royn 2
Eyðun Gullok Svalbard Royn 2
André Dalfoss TB 2
Bergur Winther VB 2