Seinastu tíðina hevur Hillary Clinton ført so sannførandi í veljarakanningunum, at at kalla eingin ivaðist í, at hon fór avstað við sigrinum í amerikanska forsetavalinum.
Men støðutakanin hjá FBI um, at fregnartænastan nú enn einaferð fer at kanna teldupostar hjá Hillary Clinton hevur ført við sær, at seinastu veljarakanningarnar eru broyttar markant.
Tí í dag hava miðlarnir ABC News og Washington Post kunngjørt eina nýggja veljarakanning, sum vísir, at Clinton bert er eitt prosentstig frammanfyri Trump.
Ti stendur alt opið í forsetavalinum í USA, sum verður týsdagin - sama dag sum føroyska kommunuvalið.
Les størri grein um amerikanska valið her:
www.in.fo/news-detail/teldupostgoelan-kann-raka-hillary-clinton-meint/