Jógvan Arge
Formaður í byggi- og
býarskipanarnevndini
????????
Byggisamtyktirnar í Havn eru skipaðar í eina almenna byggisamtykt og sjey serstakar byggisamtyktir. Meginparturin av teimum hava sín uppruna tíðliga í sjeytiárunum, men nógvar ymiskar broytingar eru gjørdar síðani, kanska serliga í teirri almennu byggisamtyktini.
Tað sigur seg sjálvt, at byggissamtyktir trongja til at verða endurskoðaðar, tí tíðin stendur ikki í stað. Tað hevur eisini verið roknað við, at tær fóru at verða endurskoðaðar umleið fimta hvørt ár, men eftir øllum at døma hevur ikki nóg mikið verið gjørt við tað.
Tí hevur Tórshavnar Býráð nú samtykt einmælt at fara undir at endurskoða og nýtíðargera byggisamtyktinar í allari kommununi.
Í fyrstu atløgu verður dentur lagdur á endurskoða almennu byggisamtyktina og serstøku byggisamtyktirnar í miðstaðarøkinum, og seinni verður farið eftir byggisamtyktunum í bygdunum, sum seinastu árini hava lagt saman við Havnar Kommunu.
Nýbygging í framtíðini
Eitt endamál við hesi endurskoðan er at stinga út í kortið, hvussu byggjast kann í framtíðini, og hvussu bústaðar-, vinnu- og trivnaðarøki verða løgd til rættis.
Býráðið sigur, at byggisamtyktirnar eiga at innihalda reglur um, hvat er loyvt og hvat ikki er loyvt á grundstykkjum til bústaðir og vinnubygningar o.a. í framtíðini, so byggimyndugleikin ikki í heilum skal taka støðu til prinsipiellar spurningar um frávik frá byggisamtyktunum.
Tað er ongin loyna, at meginparturin av arbeiðnum hjá byggi- og býarskipanarnevndini hesi seinastu árini hevur verið at taka støðu til, um tað, sum antin er ivasamt ella ikki loyvt, skal verða loyvt kort-ini.
Fastar reglur eru ikki at ganga eftir í slíkum førum, og nevndaravgerðirnar kunnu fara í allar ættir - viðhvørt við rímiligum grundgevingum, viðhvørt máandi grundarlagið undan byggiskipanum.
Nú er ætlanin, at sum mest av slíkum spurningum skula vera avgreiddir í byggisamtyktunum ella øðrum fyriskipanum, áðrenn farið verður undir at byggja á nýggjum útstykkjaðum øki.
Gomlu býarpartarnir
Ásannast má, at tað er ikki lætt at umsita gamlar býarpartar eftir somu byggisamtyktum, sum eru galdandi fyri teir nýggju.
Tí er eitt annað endamál við endurskoðanini at gera uppskot um serligar reglur fyri eldri býarpartar soleiðis, at tær fylgja tíðini og tørvinum, samstundis sum tær hava fyrilit fyri eyðkennunum hjá býarpørtun-um.
Sum nú er, koma tær galdandi byggisamtyktirnar í gildi fyri gamlar býarpart-ar, um ætlanin er at broyta húsini. Høkan er bara tann, at hesar byggisamtyktir kunnu vera gjørdar 40-80 ár eftir, at býarparturin var útstykkjaður og bygdur.
Stykkini eru mangan smá, og skula nútíðarmenniskju búgva í húsunum, krevja tey meira pláss. Tað gerst einans við útbygging, men her renna tey seg í byggistig og nettonýtslustig, sum eru ásett eftir nútíðarstykkjum, sum eru dupult so stór ella meir.
Tá er greitt, at borgararnir í heilum langa høvdið í byggisamtyktirnar.
Hetta hóvar ikki altíð saman við ynskinum um, at vit vilja hava fólk, yngri sum eldri, at búgva í teimum eldru býarpørtunum.
Tí fara vit at royna at gera heldur smidligari nýtíðarreglur fyri teir gomlu býarpartarnar, ið bæði taka atlit til trivnaðarmøguleik-arnar og eyðkennini hjá hesum býarpørtum.
Eitt annað endamál við hesum grundleggjandi arbeiðnum er at snara dagligu gongdini tann vegin, at byggi- og býarskipanardeildin og -nevndin í størri mun kunnu taka sær av teimum stóru linjunum í býarskipanarmálum heldur enn at sita í støðugum vanda fyri at ganga burtur í smálutum.