Bilstøðin Auto hevur hildið til á somu adressu í Niels Finsensgøtu síðan 1956. Grundstykkið bleiv keypt frá Jens Paula av Reyni í juni 1955 fyri 20.000 krónur, sum vóru nógvir pengar tá í tíðini.
Fyrsta støðin stóð liðug á sumri árið eftir. Síðan tá eru tvær stórar um- og útbyggingar gjørdar. Tann fyrra bleiv gjørd í 1968-69 í sambandi við at Havnará skuldi bleiv innilokað og støðin var fyri ein part bygd yvir ánna. Tá bleiv tann gamla støðin tikin niður, og ein nýggj bygd upp aftur.
Í november 2000 fekk Auto byggiloyvi til eina hædd oman á verandi bygning, og nakað eftir tað fór arbeiðið so smátt í gongd. Virksemi hjá støðini hevur verið á staðnum, meðan arbeiðið hevur staðið uppá.
Nú er so arbeiðið liðugt og støðin er nútímansgjørd. P/F Auto rekur bæði bilstøð, kiosk og bensin- og oljusølu. Umstøðurnar hjá støðgentunum eru munandi betri, og vørugoymslan til kioskina er størri, samstundis sum innrættingin er broytt og øll rúmini nýumvæld.
Í ovaru hæddini heldur skrivstovan hjá P/F Auto til, og leigusáttmáli er gjørdur við Stuðulsstovnin um nøkur av hølunum. Skrivstovan hjá Auto hevur annars øll árini verið leigaðum hølum í býnum.
Fyri einum ári síðan, tann 17. desember, vóru liðin 50 ár síðan støðin bleiv stovnað. Sama dag kom eisini bókin, Auto - altíð til tænastu, út. Bókin er um søguna hjá støðini og um hýruvognskoyring í Havn og út frá býnum. Í bókini, ið er 269 blaðsíður, eru umleið 450 myndir og gamlar lýsingar.
Stjóri á P/F Auto í dag er Lina av Reyni.