Nátúrunnar syngjandi børn – Eitt sindur um íslendskan film

Kim Simonsen ummælir

Nátúrunnar syngjandi børn

- Eitt sindur um íslendskan film.

 

Í samband við Norðurlendsku Filmsvikuna í hava fleiri íslendskir filmar funnið sær leiðina til Føroyar og Norðurlandahúsið. Sunnudagin klokkan 17 er eisini ein framløga um íslendskan film.

Ísland er av álvara komi á heimskortið innan bókmentir og tónleik, við nøvnum sum Björk, Sigur Rós, Múm, Sjón og Slowblow.

Í mínum hugaheimi er íslendskur skaldskapur, tónleikur og filmur ikki nationalromantiskar gliturmyndir – sum vit møta hjá føroyskum nationalistum - men um tað Ísland, ið er líka fremmant yvir fyri nationalromantikki, sum eg eri tað.

 

Filmsstuðul

Nakað av tí dýrasta innan mentan, er at gera film. Ein vanligur spælifilmur kostar minst 18 milliónir krónur at framleiða. Smærri lond hava tí ikki megnað at gjørt film. Sjálvt um Ísland er lítið í altjóða høpi, hava tey tó framleitt spælifilmar síðani 1980.

Í 1978 settu íslendingar á stovn almennan filmsstuðul, og við eitt kom verulig gongd á framleiðsluna av filmum. Longu seint í 1970inum komu fleiri útbúnir filmsleikstjórar til Íslands. Hesi høvdu nomið sær útbúgvingar á altjóða filmskúlum. Longu í 1978 stovnaðu íslendingar ein filmsgrunn, og í 1979 fóru íslendingar í gongd við at gera tríggjar filmar.

Aðrir filmar, ið eg havi dámt væl eru, til dømis ”Havet” (2002) eftir Baltasar Kornmákur, ”Cold Fever” og ” HYPERLINK "http://www.dfi.dk/sitemod/moduler/cinemateket/noChild.asp?pid=60&id=88&serie=14" Universets engle” og ”Djævlens Ø” (1996) eftir Fridrik Thor Fridriksson (1995), ” HYPERLINK "http://www.dfi.dk/sitemod/moduler/cinemateket/noChild.asp?pid=60&id=81&serie=14" Nói albínói” (2003) eftir Dagur Kári. Hesin seinasti er útbúgvin í Danmark og er um at fáa eitt veruligt gjøgnumbrot í Evropa. Íslendskir filmsleikstjórar eru annars ofta útlærdir í USA, Polen, Kekkia og so framvegis. Kendastur er Fridrik Thor Fridriksson, næst eftir honum Baltasar Kornmákur og nú Dagur Kári.

Í 1991 varð roadfilmurin 'Naturens børn' instillaður til ein Oscar. Leikstjórin var Frídrik Thor Fridriksson, sum saman við Einari Már Gudmundssyni skapti henda film.

 

------------------

 

Í mýruni

 

4 stjørnur av 6

 

Okkurt er púra galið í Íslandi. Her hugsi eg ikki bert um hættisligu fíggjarstøðuna, og at íslendski búskapurin er dottin saman sum ein illa smíða kroysa, men um krimisøguna Mýrinn hjá heimskenda Arnaldur Indriasson

 

Fínt undirhald

Hesin íslendski krimihøvundin hevur megna at hugtikið allan heimin, og hann er helst ein av teim mest listnu krimihøvundunum í heiminum, undir liðuni av Stig Larson og Lisu Marklund.

Í filminum "Mýrinn" er alt, sum skal við í eina krimi. Hendan bótasúpanin er kryddað við sterkum ingrediensum sum løgnum morðum, lygnum og myrkum familjuloynidómum.

Kriminalinspektørurin er sum teir altíð eru, ein einari og ein løgin fiskur. Ein outsidari, sum hevur misálit á øllum heiminum – ein góður eginleiki hjá løgreglufólkum. So her er alt sum tað eigur.

Tað er eingin annar enn Baltasar Kormákurs, sum hevur filmatiserað hesa kendu krimiskaldsøguna. Hann er annars kendur fyri at gera listafilmar, so sum ”101 Reykjavik” (2000) og ”Havið” frá 2002. Hesin seinasti hevði egnað seg ótrúliga væl til føroyskar hyggjarar, tí hann snýr seg um eina familju, sum eru reiðarar og eiga eitt flakavirki á bygd.

Tað er ikki so nógv at siga um hendan krimifilmin, annað enn at hann fungerar og fær ”the job done” fínt undirhald sum kann seljast um allan heimin.

 

Mýrinn (krimi). Ísland 2006

Leikstjóri Baltasar Kormakur

92 min.

Filmsvikan, 12. oktober, kl. 20

 

 

------------------

 

Ein albino á bygd

 

5 stjørnur av 6

 

"Noí Albinoí" er ein áhugaverdur íslendskur filmur eftir gávuríka Dagur Kári. Filmurin gjørdist hansara altjóða gjøgnumbrot.

Filmurin snýr seg um Noa sum er ein 17 ára gamal drongur, sum býr í einari lítlari bygd í Íslandi.

Hann er einsamallur, misskiltur og hann mistrívist. Hann er ikki bert albino, men ein ordans outsidari í bygdini.

Tá Dagur Kári er bestur, minnir hann um indie-leikstjórar sum finska Aki Kaurismäki og amerikanska Jim Jarmusch.

Hetta er ein komiskur, stillur og skeivur filmur. Fullur av melankoli og undirspældum humor og pínu. "Noí Albinoí" er ein av teim bestu filmunum á skránni í filmsvikuni.

 

"Noí albinoí"

92 min

Filmsvikan, 12. oktober kl. 15

 

------------------

 

 

Heima

 

Á sumri 2006 fór kendi íslendski tónleikabólkurin Sigur Rós heim til Íslands at halda eina røð av ókeypis og ólýstum konsertum.

Filmurin “Heima” skjalprógvar hesa víðagitnu konsertrøð og lýsir eisini intimu tankarnar og hugleiðingarnar hjá limunum í bólkinum. Nýggjar akustiskar framførslur eru at hoyra í filminum.

 

Rokkfilmur

97 min.

Filmsvikan, 12. oktober kl. 17

--------------

 

 

 

Norskir rithøvundadreymar

 

Norski fimlurin "Reprise" hevur vakt stóran ans við síni syrgiligu søgu um tveir ungar vónaríkar listavinmenn, sum snáva í livinum

 

5 stjørnur av 6

 

Ummæli

Kim Simonsen

 

"Reprise" er søgan um tveir 20 ára gamlar vinmenn, Phillip og Erik, sum í byrjanini standa við postkassan. Teir eru vónríkir og droyma um at gerðast kendir kultrithøvundar. Teir senda báðir hvør sítt manuskript inn til eitt forlag. Erik fær tó blankt nei, meðan Phillip við eitt gerðst ein kendur norskur høvundi.

 

Tú sum snávaði

Seks mánaðir seinni er Phillip tó innlagdur og hevur ikki hug at skriva longur. Phillip hevur fingið eitt knekk og hann er illa fyri.

Erik hevur tó ikki mist mótið og hann roynir at fáa Phillip at skriva aftur, men hetta skal vísa seg at ganga illa.

Phillip er broyttur og broytingin er farin illa við evnunum at skriva. At enda er tað Erik sum spakuliga gerðst høvundi.

"Reprise" er ein álvarsligur filmur um sálarliga sjúku. Um ungdómsins vónir og stóru ætlanir, sum fána og doyggja. Trista søgan um framgongd og stórt fall. Sum so ofta í lívinum, so eru tað tvær leiðir fyri ungar droymarar. Antin so náa teir teirra málum ella ganga teir til grundar.

Hetta er syrgiliga søgan um hvussu vónríkir ungir menn snáva í lívinum. Ein søga, sum vit kenna frá Einari Már Guðmundssyni frá rørandi ný-klassisku skaldsøguni og filminum ”Alheimsins einglar”.

 

Kent tema

Tað er einki serligt at siga um sjálvan stílin – filmurin er gott framleiddur og minnur í støðum um fronsku nýbylgjuna, serliga kom eg at hugsa um trýkantsfilmin ”Jules et Jim” hjá Truffaut.

Temaið við ungum vøkrum listamonnum, sum eru sálarliga óstabilir, er eitt gamal og kent tema – heilt aftur til La Boheme – sum jú er ein ódeyðiligur klassikari. So leingi vit hava ungar (lista)menn og kvinnur, sum vilja gerðast listafólk, er hetta eitt áhugavert tema.

At enda koma vit nærri tí lívsins harmaleiki, at vit ikki liva upp til egnar dreymar.

"Reprise" er ein norskur filmur, sum hevur vakt ans. Tað er ikki júst so ofta at norskir filmar megna at skapa áhuga uttanfyri Noreg. Sum filmland, er Noreg kanska hitt veikasta landið í Norðurlondum. Ísland og íslendskir filmar megna sær nær um altíð meiri enn teir norsku.

 

 

"Reprise"

Noreg

106 min.

Filmsvikan, 13. oktober, kl. 20