Nátasjúka er vandamikil

Einans níggju staðfestir tilburðir av nátasjúku hava verið fráboðaðir landslæknanum seinastu 27 árini.

 

Í nýggjari vísindaligari grein verður greitt frá sambandinum millum náta og sjúkuna - Atypical pneumonia with Chlamydophila psittaci - vanliga kallað nátasjúka. Tað eru Elsubeth M. Fossádal, Mansour Grand og Shahin Gaini, sum hava skrivað greinina. Tey hava granskað nýggjari tilburðir av nátasjúku í Føroyum.

 

Flestum kunnugt hava føroyingar í meira enn 200 ár veitt ymiskar fuglar til matna. Nátungar hava verið veiddir seint í august og tíðliga í september.

 

- Náti og nátungi kunnu bera bakteriuna Chlamydophila psittaci, sum kann smitta andaleiðirnar hjá veiðimanninum og geva eitt slag av lungnabruna, kallað psittacosis ella ornithosis ella papageykafepur. Í Føroyum verður sjúkan kallað nátasjúka. Søguliga hevur sjúkan eisini verið kallað september lungnabruni í Føroyum.

 

Lagt verður aftrat, at nátasjúka er ein vandamikil sjúka. Í tíðarskeiðnum 1930-1939 doyðu 179 fólk av sjúkuni. Deyðatíttleikin lá um 20 prosent, men heili 80 prosent fyri kvinnur við barn. Nátaveiða varð bannað orsakað av hesum í 1939 og ikki tikin upp aftur fyrr enn í 1954.

 

- Betraðu reinsførisvanarnir seinastu 50 árini, tá náti verður handfarin, hava havt við sær, at talið av staðfestum sjúkutilburðum hevur verið støðugt minkandi. Einans níggju staðfestir tilburðir av nátasjúku hava verið fráboðaðir landslæknanum seinastu 27 árini.

 

Í Granskinarráðnum vita tey at siga, at í árunum 2016-2017 vórðu fýra tilburðir staðfestir og viðgjørdir í Føroyum. Hesir tilburðir verða eisini viðgjørdir í umrøddu grein.

 

- Greinin staðfestir, at tað er samband millum veiði og handfaring av náta og menniskjansliga psittacosis sjúku í Føroyum. Eisini verður staðfest, at læknar og onnur starvsfólk, sum viðgera sjúklingar, sum hava verið í sambandi við náta, eiga at kenna hesa sjúku.

 

Umrødda greinin kallast “Chlamydophila psittaci pneumonia associated to exposure to fulmar birds (Fulmaris glacialis) in the Faroe Islands”, og hon er útgivin í tíðarritinum, Infectious Diseases.