Nú tjúgu ár aftaná

Jóannes Eidesgaard
-------
Black Tuesday
Black Tuesday verður dagurin í oktobur 1929 nevndur, tá stóra krakkið var á Wall Street. Black Tuesday var byrjanin til størstu heimsumfatandi fíggjarkeppur nakrantíð. Ein fíggjarkeppa, sum førdi við sær stórt arbeiðsloysi og stóra depressión.
Uttan at gera nakra samanbering, so vóru fyrst í hesum mánaðinum júst tjúgu ár liðin, síðan okkara egna bankakervi fór so syngjandi á heysin. Okkara bankakrakk var eisini í oktobur og løgið nokk eisini ein týsdag. Hetta var okkara ”svarti týsdagur.”
Sjóvinnubankin fór fyrst, og seinni fór eisini Føroya Banki á heysin, og nýbyrjaði Fossbankin varð tikin við í fallinum. Skattgjaldarin mátti spenna seg fyri at spræna 2,7 mia. kr. í bankarnar fyri at bjarga fíggjarkervinum. Avleiðingarnar vóru ikki fyri veikar sálir við einum arbeiðsloysi, sum togaði seg upp á 25% og einari fráflyting upp á eini 10%. Húsagangirnir vóru nógvir bæði hjá tí privata og í vinnuni. Virkir og skip fóru á heysin, og fyri vanliga føroyingin gjørdist gerandisdagurin strævin. Nógv flýddu undan kreppuni og fóru frá húsi og heimi og í útlond. Gamalt er, at har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi. Fiskiskapurin hesi kreppuárini var søguliga vánaligur. Hetta var steinur oman á byrðu.
Men treiskni og dugnaskapur hjá fólkinum vann á kreppuni, og so við og við kom gongd á aftur. Milliardirnar til bankarnar vann landkassin innaftur í ríkiligan mát, og fiskur kom aftur á grunnarnar.
Lærdu vit so nakað?
Tíðindarásin í Keypmannahavn Ghetto Føroyar bað fyrst í mánaðinum tríggjar persónar um at koma og hugleiða um, um vit lærdu nakað av kreppuni í 90´unum. Teir vóru Jørn Astrup, fyrrv. bankastjóri, Janus Petersen, bankastjóri og Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur. Sosialurin endurgav part av hesum kjaki, og niðurstøðan, sum blaðið kom til, var, at vit lærdu alt ov lítið. Ivaleyst er svarið upp á henda spurning nógv litað av, hvønn ein spyr.
Mín greiða fatan er, at vit lærdu nógv, hóast vit ivaleyst kundu lært meira. Tíverri mistu vit hugin til broytingar, so skjótt sum kreppan hæsaði av, og skjótt var alt við tað gamla. Kreppan gav motivasjón og virkisfýsni, meðan tær góðu tíðirnar fingu okkum at seta okkum uppafturá.
Never let a crisis go to waste
Kendi amerikanski politikarin og fyrrverandi ráðgevin í Hvítu Húsunum og núverandi borgarstjóri i Chicago Rahm Emanuel segði einaferð, nú so kendu orðini: ”Never let a crisis go to waste.” Boðskapurin er tann sami sum í orðafellinum, at neyðin lærir nakna kvinnu at spinna. Tá vit eru komin nóg langt út á eggina, taka vit okkum saman. Boðini hjá Emanuel eru, at vit ikki mugu lata eina kreppu fara aftur við borðinum, men gera brúk av henni, so vit fáa framt neyðug tiltøk, sum annars ikki lata seg gera.
Aftur til tíðindini í Sosialinum um 6. okt. 1992. Taki eg politiska partin, so hendi nógv. Politiska skipanin, sum í mong Harrans ár hevði gingið meira ella minni í tómgongd, hvat veruligum bygnaðarbroytingum viðvíkti, vaknaði knappliga upp til gerðir og ikki orð. Nógvar av teimum bygnaðarbroytingum, sum serfrøðin hevði talað fyri, men tíverri fyri deyvum oyrum, tær vórðu nú settar á dagsskrá og gjørgnumførdar.
Lat meg taka nakað burtur úr rúgvuni:
Hálv milliard í beinleiðis fiskivinnustuðli varð steðgað
Almennu grunnarnir vórðu flestallir tiknir av
Eingi almenn veðhøld vórðu longur givin
Fíggjarlógin fór yvir nøkur fá ár úr 3,2 mia kr. niður í 2,3 mia. kr. Almennu útreiðslurnar vórðu skornar munandi við sera óhepnum avleiðingum fyri mong, men hallið varð burtur
Settu eina Als–skipan á stovn
Fingu Samhaldsfasta at virka
Fingu nýggja lóggávu um partafeløg, nýggja roknskaparlóg og nýggja játtanarskipan
Løgdu lunnar undir eina trygga fíggjarstýringsskipan
Nýggj stýrisskipanarlóg við ábyrgd landsstýrismanna varð smíðað og samtykt
Sum sagt, so høvdu mong av hesum nevndu viðurskiftum verið frammi í almenna kjakinum í mong ár, men uttan at nakað spurdist burturúr. Men her var tað neyðin, sum fekk naknu kvinnuna at seta seg við rokkin og spinna. Knappliga sóu øll, at nú kundi ikki bíðast longur. Nú máttu tøkini takast.
”Du tronar på minnen fån fornstora dar,” vil kanska onkur siga. Tað er eisini partvíst rætt, at eg geri tað, men søguliga veruleikan kunnu vit ikki renna undan.
Men lærdu so øll nakað?
Tað er einki at ivast í, at fyri flestu føroyingar stendur kreppan í 90´unum frísk í minninum. Men hóast so, so vóru tað rættiliga mong, sum vórðu tikin av fótum enn einaferð, tá íløguøðin herjaði nøkur ár seinni, og øll skuldu gerast rík av at keypa partabrøv. Tað er í dag syrgiligt at staðfesta, at so mong hava mist nógvan pening av hesum íløgum, men tað er uppaftur meira himmalrópandi tragiskt, at alt hetta hendi við ráðgeving frá bankaheiminum hjá okkum sjálvum.
Og lærdi bankaheimurin nakað av kreppuni í 92? Henda spurning kundi panelið í Ghetto Føroyum við tveimum bankastjórum hóskandi svarað uppá, men sum so mangan, so feia vit sjáldan fyrst fyri egnum durum.
Men so kann eg hóskandi svara vegna bankaleiðslurnar. Svarið er nei, so langt ífrá. Vit hava síðan 92 havt eitt bankakrakk við Kaupthing Føroyum, og góði gamli sparikassin, sum annars megnaði at klára seg gjøgnum kreppuna í 90´unum, hann fór eisini um koll. Eikin fall til jarðar, og við henni mistu nógvir føroyingar heilt fitt av pengum.
Brúka vit so eisini fíggjakreppuna í dag til skilagóð frambrot
Politiska landsliðið er nú sett av nýggjum. Gomlu leikararnir eru skiftir út, og nýtt lið er sett. Tíbetur vil onkur siga, og tíverri onnur.
Áhugavert er at eygleiða, at aftur gongur kjakið um bygnaðarbroytingar. Nógv orð verða søgd um hesar vælsignaðu bygnaðarbroytingar, men líkt er til, at tað verður við talaða orðið. Ikki minst serfrøðin tosar nógv um bygnaðarbroytingar í øllum geirum. Bygnaðarbroytingar innan kommunurnar, innan skúlaverkið, innan heilsuverkið, innan almennu umsitingina, men serliga innan fiskivinnuna.
Innast inni vita vit øll, at eitt nú okkara fiskivinna tørvar eina alvorliga bygnaðarbroyting. Hugsið bara um sjónleikin rundan um makrelfiskiskapin í ár umframt alt hitt óskilið. Men hvat gera vit - vit seta bara eina nevnd.
Besta politiska ”time out” er at seta eina nevnd við so nógvum limum sum gjørligt, so semja ikki fæst um nakað sum helst, júst so sum landsstýrið hevur gjørt. Ella sum danir so skemtiliga siga, ”Dengang Fanden ønskede, at intet skulle ske, da satte han i verden den første kommité.”
Gaman í, broytingar henda í dag, tað skal eg sanniliga lova fyri. Men hesar broytingarnar eru meira at rokna sum ideologiskir sigrar hjá høgraekstremistunum í samgonguni, meðan restin av samgonguni eru meira ella minni statistar. Ein støðug avmontering av tí, sum tók nógv ár at byggja upp, og sum ivaleyst partvíst verður bygt uppaftur, tá politiskt vaktarskiftið verður.
Veruligar varandi bygnaðarbroytingar krevja breiðar tvørgangandi semjur. Høgraatsóknirnar, vit uppliva í dag, kunnu lættliga fara at gerast samgonguni nakrir Pyrrhus-sigrar.