Sjómannadagur
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vísti í síni setanarrøðu á Føroya Sjómannadegi á lagnufelagsskapin við havið, sum er endaleysur.
- Okkara byrjan var havið, infrastrukturur og matkovi. Síðan gjørdist havið eisini lívsgrundarlagið og treytin fyri einum alsamt hækkandi materiellum lívsvirði í oyggjunum.
Hann segði, at yvir tíð fylgjast útflutningur og inn, flutningur, og tað skulu tey helst eisini gera. Annars verður trot.
- Tá at kalla allur útflutningur í landinum er virðisøking úr havsins tilfeingi, er tað barnalærdómur, at tit, sum standa við rulluna, snelluna, í egningarskúrum, á troldekki, við reinskeringarborðini og á stjórnarskrivstovum, eru varpið, sum heldur tjóðini á materiellu knattstøðuni.
Landsstýrismaðurin segði, at tað finst eingin bygd ella býur í Føroyum, har fólkið hevur havt ein so einastandandi møguleika at fylgja søguligu gongdini í føroysku fiskivinnuni sum í Klaksvík.
- Ja, heilt frá frælsu høvum til avmarkingarnar innanvert egið fiskimark – frá trolveiði í Barentshavinum, undir Íslandi, Grønlandi og við Ný Foundland og húkaveiði um øll norðurhøv, heilt frá Nova Scotia og uppisjóvarvinnu úr Jan Mayen heilt suður um afrikanska meginlandið. Váðin liggur sum ein pottur ímillum tykkum, og skip og bátar fóru og komu úr ymisum heraðshornum. Lívið frá bolverkunum og niðaneftir ávirkaði gerandisdagin hjá fólkinum í allar mátar, bæði mentanarliga, sosialt og helst eisini í andaligum spurningum.
Tórbjørn vísti á, at fyri klaksvíkingar og norðoyingar var alt tað fjara so nær – ja, úr køksglugganum kundu møður síggja hvønn landaðan stert, sum í alt størri mun legði klípir undir vælferðarsamfelagið Føroyar.
- So smátt broyttist alt. Á havrættarráðstevnum fór menn undir at stika høvini av. Nationalu spísikømrini skuldu framtíðartryggjast, og øll fiskiveiða stendur og fellur nú at kalla við ríkidøminum á egnum havleiðum, partvís skipað í veiðibýti við onnur lond.
Landsstýrismaðurin vísti á, at tilfeingið í føroyskum sjógvi er lógarfest sum ogn Føroya fólks, soleiðis at vit og bara vit hava ábyrgdina av at røkja hetta avmarkaða tilfeingi – og bara vit hava rættin til at taka burtur úr og at áseta tilfeingisrentuna úr ymsu fiskastovnunum.
- Mannasøgan er søgan um rættindi, ognir og vald. Tá ið girðingar seta avmarkingar, koma tvístøður og stríð. Tilfeingið og veiðihugur eru á kollisjónskós – og eiga at vera tað; tí hava vit latið politisku skipanini ábyrgdina av at luta brúksrættin til tilfeingið út á hvørjum ári.
Og Tórbjørn Jacobsen nam eisini við stríðið, sum í seinastu viku var um fiskidagar:
- Tá ið nógv áhugamál renna saman, sum í málinum um áseting av fiskidøgum, sigur tað seg sjálvt, at neistarnir fúka um hornini.
Hann segði, at fiskifrøðingar gerast eksponentar fyri avmarkingarnar, húka-og trolmenn ynskja sjálvandi so frælsar ræsir sum gjørligt, fiskakeyparar og seljarar standa miðskeiðis ímillum kræsnari keyparaskara, og veiðiliðið og teir fólkavaldu eru sum lús millum mangar naglar – millum frøðingarnar, fiskimenninar og mest av øllum millum veljararnar.
- Men, sum maðurin segði; fólkaræðið er hóast alt tað frægasta av øllum møguligum og vanligum stjórnarskipanum.
Landsstýrismaðurin helt fyri, at seinastu dagarnir hava prógvað, at Føroyar framvegis eru eitt livandi land og lívsseigt samfelag.
- Tað man vera langt síðan, at so mikið er kjakað um høvuðsvinnuna í landinum og um, hvussu hon skal skipast.
Tórbjørn segði, at tað plagdu at sita tveir ella tríggir vinnunevndarlimir í tingsalinum, tá hetta mikla mál var til viðgerðar, næstan líka trivielt sum at síggja nítiára føðingardagin endurspældan ár undan ári.
- Nú tosar hvør fólkaskúlagenta um føroyska fiskivinnu, og tingmenn úr alskyns observansum ditta sær upp í orðadráttin, og á lektarunum sita hesir vindbardu og harðlógvaðu fiskimenninir, ið tykjast eitt sindur malplaseraðir í metropolinum – umsitingarbýnum – har vaksnir menn nú eru gerandisklæddir í slipsi, longum velafrakkum og nýbustaðum lakkskóm. Hugurin stendur til miðini á føroysku havleiðunum.
Landsstýrismaðurin segði , at áhugamálini skulu og mega vera ymisk hjá objektivu vísindini, dynamiska og frælsisviljaða fiskimanninum – og so hjá politikarunum, sum samsvarandi lóg fólksins skulu stika havmiðini av og fremja avmarkingarnar.
- Okkurt bendir á, at mongu partarnir, sum varða av høvuðsvinnuni, áttu at sett seg niður undir minni spentum viðurskiftum og greinað viðurskiftini út í æsir – fyri at leggja kósina eftir tí málinum, sum hóast alt átti at verið felags – júst, hvussu vit áhaldandi fáa sum mest burtur úr tilfeinginum ár undan ári, segði Tórbjørn Jacobsen m.a. í setanarrøðu síni á Føroya Sjómannadegi.