Nýtt BMW flaggskip

Seinni í ár kemur ein heilt nýggjur BMW 700 á marknaðin. BMW 700 er mest seldi luksusbilur í Týsklandi og verður m.a. nýttur sum ministarabilur í nógvum londum kring heimin

BMW 700 er ein stórur luksusbilur, sum tað ikki síggjast nógvir av um okkara leiðir. Í Danmark kosta BMW 700 millum eina og tríggjar milliónir krónur, alt eftir útgerð og motorstødd. So talan er um rættuliga dýrar og eksklusivar luksusbilar.


Forgangarin hjá hesum nýggja BMW 700 er frá 2001 og fekk eina sonevnda facelift í 2005. Hesin nýggi er einans 3 cm longri enn forgangarin, men aksilfrástøðan er vaksin við 8 cm. Hetta ger bilin rúmligari, og beinplássið við baksetrini er munandi betri.


Í fyrstu atløgu kemur nýggi BMW 700 við einum 6 syl. bensinmotori (740i við 326 hk) og einum 8 syl. bensinmotori (750i við 407 hk) umframt einum 6 syl. dieselmotori (730d við 245 hk). V12 motorurin frá forgangaranum er ikki við, men helst kemur ein hybridútgáva seinni.


Bilurin fæst við allari hugsandi high-tech útgerð, sum t.d. eini skipan ið hjálpir bilføraranum at síggja fótgangarar í náttarmyrki. Stóri skíggin í instrumentborðinum hevur internetsamband og harvið nógvar ymiskar møguleikar.


Nýggi BMW 700 fær heimpremieru á bilaframsýningini í Paris í oktober í ár og kemur á evropeiska marknaðin í november.