Nýtt føroyskt blað

Nýtt blað er komið á føroyska marknaðin. Talan er um blaðið ”Krossorð”, sum Bergur Dalsgaard gevur út.

Í blaðnum eru nógvar ymiskar uppgávur, so sum krossorðagátur, sudoku, finn orð og mangt annað.


Bergur Dalsgaard er úr Havn og búsitandi í Danmark, har hann arbeiðir sum sjálvstøðugur grafikari. Bergur sigur, at hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri krossorðum og tílíkum uppgávum og hann hevur m.a. gjørt krossorð til Barnablaðið og Dimmalætting. Góðir vinningar eru eisini at fáa, t.d. allar Harry Potter-bøkurnar og árshald til Dimmalætting.


Krossorð kann keypast í sølubúðum kring alt landið. Blaðið er 32 síður og kostar 30 krónur.