Nógv meira mikrobylgjugeisling finst í Føroyum, enn fólk geva sær far um. Ikki minst tá talan er um fartelefonsmastrar og tráðleyst internet.
Í kvøld klokkan 19.30 fara fólk, sum ætla at kunna og ávarða um vandarnir við mikrobylgjugeisling at stovna eitt felag, sum skal virka fyri hesum.
Tað er Janus Dam Guttesen, teknari (mynd: Birgir Kruse), sum saman við øðrum hevur tikið stig til at stovna nýggja felagið.
Janus Dam Guttesen segði á Rás2 fyrrapartin, at fleiri og fleiri lond í Europa er farin at leggja um frá tráðleysum neti til fastnet aftur. Janus Dam Guttesen visti at siga um fólk, sum eru vorðin illa fyri heilsuliga, tí tey tola ikki mikrobylgjugeisling. Hann heldur eisini, at tað er ikki rætt framfarið, tá ein útsetir børnum og ungum fyri mikrobylgjugeisling á skúlum og lærustovnum.
Janus Dam Guttesen hevur sjálvur ein mikrobylgjugeislamátara, og hann bjóðar sær til at gera geislumátingar fyri stovnar, fyritøkur og privatfólk.
Stovnandi fundurin verður í Loftsstovuni hjá KFUM á Hoydalsvegnum í Havn (Beint við SMS) klokkan 19.30 í kvøld. Janus Dam Guttesen og hinir fyrireikarnir heita á øll, sum eru áhugað um at koma til stovnandi aðalfundin.