Mangan hava føroysk landslið og feløg havt tað trupult á útivølli í altjóða kappingum, tá hitin hevur gjørt um seg. Magni Mohr er oddamaður í kanning, ið skal kanna hvat tað er, ið hendir tá fótbóltsleikarar spæla í nógvum hita. Kanning er umfatandi og fyribils úrslitini eru áhugaverd.
Til Katar
Í oktober í fjør fór føroyskt ferðalið til Katar. Við í ferðalagnum vóru fleiri leikarar úr millum annað B36 og nakrir danskir 1.deildar leikarar. Endamálið við ferðini var at verða við sum royndarpersonar í kanningini hjá Magna Mohr.
– Eg og ein starvsfelagi hjá mær, Lars Nybo, fingu eina áheitan um at gera ein kanning um leikarar, ið spæla í nógvum hita og síggja hvussu teir ymisku leikararnir reagera upp á hitan. Fyrst var ætlanin at brúka lokalar leikarar, men tað bleiv so til at vit brúktu leikarar úr Føroyum og Danmark. Tað broytti so eisini endamálið við kanningini, til at kanna leikarar, ið ikki eru vanir at spæla í hita, sigur Magni Mohr.
Kanningin vardi yvir 12 dagar og tí mátti kanningin gerast í einum landsliðssteðgi. Tí var neyðugt at finna eitt lið, ið ikki hevði so nógv at spæla fyri um tað mundið.
– Eg setti meg í samband við B36 og tað vísti seg at bera til. Hin møguleikin var B68. Vit fóru so avstað við 14 leikarum úr B36, seks dønum og einum leikara frá FC Hoyvík sum royndarpersónar, sigur Magni Mohr.
Tveir dystir í
ymiskum umstøðum
Fyri at kanna munin millum at spæla ein dyst undir vanligum umstøðum og í nógvum hita, var neyðugt at spæla tveir dystir.
– Fyrsti dysturin var spældur í Aspire-høllini í Doha, sum hevur alskyns tøkni tøka. Millum annað er møguligt at áseta hitan í høllini. Hitin varð settur til 20 hitastig og síðani varð ein innanhýsis dystur millum teir útvaldu leikararnar spældur, sigur Magni Mohr.
– Í kanningini tóku vit blóðroyndir, vødda- og kropstempratur og ymiskar royndir av vøddinum. Millum mátaðu vit alt frá hvussu nógv leikararnir renna, til ferð á rennignum, avleveringum og fleiri onnur teknisk ting, sigur Magni Mohr. Hetta var er sama slag av analysum, sum Magni hevur gjørt fyri Chelsea seinastu 3 árini.
Seks dagar seinni varð so seinni dysturin spældur, men undir øðrum umstøðum. Hesa ferð var hitin heili 42 stig, men vøllurin var av sama slag og hevði somu stødd.
– Eftir seinna dystin tóku vit somu royndir av leikarunum, so vit kundu samanbera úrslitini av báðum dystinum Eisini kannaðu vit leikararnar millum dystirnar og gjørdu millum annað eina roynd í einum hitarúmi, fyri at staðfesta hvussu leikararnir reageraði upp á hitastress, sigur Magni Mohr.
Tað verður gjørt fyri millum annað at kunna staðfesta hvørjir leikarar sannlíkt fara at klára seg illa í hita.
Áhugaverd úrslit
Úrslitini vístu, at leikararnir runnu nógvi minni í seinna dystinum, sum varð spældur í hitanum. Millum annað renna leikarar eisini styttri í høgari ferð.
– Tað er ymiskt hvussu leikarar reagera upp á hita. Teir allarflestu runnu samanlagt nógv minni í seinna dystinum, Men úrslitini vísa eisini, at leikararnir runnu líka nógvar skjótar renningar í hitanum og rukku eina hægri renniferð, umframt at tekniski førleikin var betri. Eisini vístu úrslitini, at tveir leikarar ikki blívu ávirkaðir av hitanum. Tann eini rann enntá meiri í hitanum. Tað er eisini ymiskt hvussu langt niður teir ymisku leikarar niðurseta arbeiðisorkuna í hitanum. Summir fara eitt sindur niður, meðan aðrir fara heilt niður, sigur Magni Mohr.
Tað vísti seg at verða tætt samband millum hvussu leikararnir reageraðu uppá testina í hitarúminum, og hvussu ávirkaðir teir vóru av hitanum í seinna dystinum. Tískil kann tann testin brúkast, at finna fram til leikarar, sum ikki tola at arbeiða i hitanum.
– Tað áhugaverda í hesi kanningini er, at tá leikarar gjørdu skjótar renningar, so komu teir í hægri ferð enn í fyrra dystinum. Eisini vísur tað seg, at leikarar komu skjótari fyri seg eftir seinna dystin, sigur Magni Mohr
Hann vísur á, at í nógvum hita er tað heilin ið sigur stopp og ikki vøddarnir, tí heilin í hita minkar um styrkina á stignalunum til vøddarnar. Hetta kallar hann fyri »sentrala troyttheit«. Av tí sama verða vøddarnir ikki stressaðir eins nógv og undir vanligum umstøðum. Tí blíva leikararnir skjótari klárir eftir ein dyst í nógvum hita.
Kanningin vísti eisini, at leikarar gera færri tekniskar feilir í seinna dystinum hóast hann varð spældur í nógvum hita.
– Ein forkláring upp á tað kann verða, at ferðin á dystinum er so lág og tí verða leikararnir ikki trýstir á sama hátt, sum undir vanligum umstøðum. Tí fært tú eitt annað slag av fótbólti í hita og er í sjálvum sær áhugavert, tá tú skal velja tínar leikarar til ein dyst í nógvum hita, sigur Magni Mohr.
Týdningarmikið at tillaga seg
Magni Mohr vísur eisini á, at tað er týdningarmikið at tillaga seg hitan áðrenn dyst. Tað er ger stóran mun um fyrireikingarnar eru rættar.
– Tað vóru seks dagar millum fyrra og seinna dystin. Í døgunum upp til seinna dystin vandu leikararnir tá hitin var mestur og fingu annars lov at verða nógv úti í sólini. Um fyrireikingarnar eru rættar upp til ein dyst í nógvum hita, so kann tað gera stóran mun. Eina árið spældu vit í Malta í nógvum hita, tá eg var venjari hjá B36. Tá vunnu vit 3-0 og skoraðu í yvirtíðini. Tá fyrireikaðu vit okkum væl í hitanum. Millum annað mátaðu vit sambandið millum puls og kropstemperatur undir einari venjing fyri at finna teir, sum ikki toldu hitan væl. Jóhan Ellingsgaard var ein av hesum, og hann hevði tað eisini trupult tann dagin minnist eg, sigur Magni Mohr.
Venjingin millum dystirnar vísur seg at hava gjørt góðan mun.
– Vit testaðu leikararnar millum dystirnar og tað vísti seg, at bara upp á seks dagar var framgongd hjá leikarunum at síggja. Eisini máldu vit blóðnøgdina í kroppinum hjá tí einstaka leikarinum. Tað vísti seg, at blóðnøgdin vaks nógv upp á hesar seks dagarnar, hóast intensiteturin í venjingini ikki var serliga høgur sigur Magni Mohr.
Hann vísur á, at tað við rættari tilrættislagdari klimatisering ber til at betra likamliga formin nógv upp á seks dagar, og tí kann ein fyrireiking gera góðan mun hjá eitt nú landsliðnum.
– Tað er einki at siga til, at tað hevði gagna landsliðnum, um teir eitt nú longdu ferðirnar tá teir spæla á útivølli. Men at venja í hita gevur eisini betri úrslit, tá spælast skal í vanligum umstøðum, tí oxygenupptøkan kann betrast av at venja i hita, orsaka av øktari blóðnøgd, sigur Magni Mohr víðari
Arbeiði heldur framm
Í løtuni eru Magni Mohr og Lars Nybo í holt við at niðurskriva og granska øll úrslitini frá kanningini. Kanningin er tann mest umfatandi í heiminum av sínum slag. Tann fyrsta vísindaliga greinin er longu góðkend í granskingar-tíðrritinum Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports, og fimm aðrar verða í løtuni skrivaðar.
Magni Mohr hevur verið knýttur at enska fótbóltsfelagnum Chelsea sum konsulentur seinastu árini. Hann sigur, at úrslitini eru áhugaverd fyri lið sum Chelsea, sum ofta fara til Asia a pre-season tour har teir noyðast at venja í nógvum hita. Umframt hetta, so hevur Magni Mohr lagt nøkur av úrslitinum framm á fótbóltsgranskingarráðstevnuni World Congress of Science and Football í Japan fyrr í ár. Somuleiðis vísir hann á, at tað í dag gongur skjótt frá at nýbrot koma framm innan fótbóltsgransking til at tey verða innførd sum partur av venjing hjá fótbóltsfeløgum.