Nýtt graslíki til Klaksvíkar

Klaksvíkar býráð hevur játtað pening til at skifta graslíkið á vøllinum á Djúpumýru. Ein arbeiðsbólkur hevur mælt Klaksvíkar kommunu til at gera ábøtur á vøllin fyri umleið 5 mió. krónur.

So stóra íløgu heldur býráð seg ikki hava ráð til, men í fíggjarætlanin, sum varð samtykt gjárkvøldið, eru smáar tvær milliónir krónur settar av til nýtt graslíki.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, veit enn ikki, um arbeiðið verður gjørt, áðrenn nýggja kappingarárið byrjar, ella tað bíðar til onkuntíð í summar.