Nýtt handilsøki lokkaði ellisakfar út í dagsljós

Í Vági er stór handilsætlan mitt í býnum. Har húsini hjá Torsteini Vilhelm eru, verður stórur handilsbygningur, men í bilhúsinum hevur gamal bilur staðið í eini 20 ár, men nú mátti hann út í ljósið, tí nýtt skal byggjast á økinum

Húsini, sum eru kend sum húsini hjá Torstein Vilhelm í Vági, eru seld og ætlanir eru um stóran handlilsbygning á økinum. Tað eru Arni Brattaberg og Rakul Borg, ið hava ætlanir um handil á stóra økinum, ið liggur mitt í Vági. Tey hava nú keypt økið og hava ætlanir um stóran og stásiligan handilsbygning. Tey hava frammanundan handilsvirksemi í Vági.

 

Ellisakfar

Torstein Vilhelm var kendur handils- og vinnulívsmaður. Á stóra økinum er eisini eitt bilhús og har hevur bilurin hjá Torsteini staðið inni at kalla uttan slit, síðani Torstein Vilhelm andaðist í 1986.

Sum ein gáta hevur bilhúsið staðið við høvuðsvegin í Vági og flest øll hava vitað um bilin, sum stóð inni, men ikki øll hava sæð hann. Og mong hava bíðað spent, tí einaferð mátti tann dagur upprenna, at bilurin kom út í dagsljósið.

Talan er um ein hvítan Mazda 929. (Typan er LA2US). Bilurin er frá 1977 og var seinast til sýn í 2004 og slapp ígjøgnum uttan brek. Hann koyrur væl og sær væl út, burtursæð frá eitt sindur av yvirflaturusti, ið neyvan er ringur at fáa burtur.

Bilurin hevur bert koyrt 54.000 km og er sermerktur. M.a. hevur hann trygdarfetil og tað var ikki vanligt í bilum í Føroyum, fyrr enn mong ár eftir, at hesin bilurin kom til Føroya.

Bilurin hevur enn gomlu svørtu nummarspjøldrini.

Bilurin hevur verið úti onkran lítlan túr øll hesi ár, men tað undraði tó, at hann startaði beinanvegin, nú hann skuldi úr bilhúsinum, sum hevur verið karmur um ellisakfarið í mong ár.

Í gjár koyrdi ellisakfarið í Vági og vit fingu nakrar myndir á bryggjuni í Vági.

Nógvir bilar av hesum slag vóru í Føroyum fyri 20-25 árum síðani og var bilurin eisini væl umtóktur millum ungfólk.

Sermerkt við júst hesum bilinum er kanska, at hann hevur automatisk gear, tí onkur vil vera við, at hesin møguliga er millum teir fyrstu, ið høvdu tað.