Nýtt landsstýrisfólk kunngjørt í morgin

Hvør tekur við sessinum hjá Henriki Old í Samferðslumálum hevur verið ein av heitu spurninginum í politikki, síðan táverandi landsstýrismaðurin legði frá sær fyrst í oktober, aftaná at hann bleiv ósamdur við samgonguna um raðfestingina av tunlum.


Ætlanin var at gera rímiliga skjótt av og tilnevna ein nýggjan landsstýrismann um heystferiuna. Tað eydnaðist ikki og hevur tað síðan drigið út.


Men nú tykist okkurt at henda. Løgmálaráðið hevur nevniliga boðið føroysku miðlunum til tíðindafund í Tinganesi í morgin klokkan hálvgum níggju, har nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum verður kunngjørdur.


Dúgliga hevur verið gitt um hvør viðkomandi verður, og seinnu dagarnar hava alsamt fleiri peikað á Heðin Mortensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin, sum besta boðið.