Nýtt met: Gult kort eftir bara 15 sekundum

Meksikanski Jesus Gallardo sett í dag nýtt met, tá hann fekk gult kort aftaná 15 sekund

HM-dysturin millum Meksiko og Svøríki fær eitt serligt pláss í HM-søguni. Tað eydnaðist nevniliga meksikanska landsliðsspælaranum, Jesus Gallardo, at fáa gult kort eftir bara 15 sekund. Tað er nýtt met til eitt HM-endaspæl.

 

23 ára gamli vinstri bakkurin taklaði svenska Ola Toivonen, eftir bara 15 sekund. Dómarin fór í lumman og gav honum gula kortið. Gamla metið átti russiski Sergey Gorlukovich, sum fekk reytt kort til HM-endaspælið í 1994 eftir 54 sekund.

 

Metið fyri skjótasta reyða kortið eigur Jose Alberto Batista úr Uruguay. Tað hendi til HM-endaspælið í Meksiko í 1986.  Jesus Gallardo, sum hevur spælt 25 landsdystir fyri Meksiko, spælir til dagligt fyri Monterrey í heimlandinum.