Nýtt pizzaria í Klaksvík

Í dag letur einasta pizzaria í Klaksvík dyrnar upp. Her kunnu klaksvíkingar fyri fyrstu ferð njóta eina pizza bakaða av italienskum kokki á italienskum steinum

Klaksvík:
Tað er Njal Reinert Petersen, sum letur Pizzaria Napoli upp. Hetta er sami Njal, sum er kendur fyri at spæla til dans um alt landið saman við Mouritzi. Umframt at verða framúr dansitónleikari, so hevur Njal útbúgving sum Hotel og Restaurantiónskokkur, og var hann eisini í síni tíð við til at lata upp væl umtóktu matstovuna Hereford í Klaksvík. Pizzaria Napoli liggur eisini í kjallarinum hjá Hereford, og teir seinastu mánaðirnar hevur Njal, saman við kokkinum, arbeitt samdøgrið runt, soleiðis at Pizzaria Napoli kann lata dyrnar upp í dag.

Pizzamentalitetur
Pizzain hevur rættiliga tikið seg fram sum eitt alternativ til tær føroysku frikadellurnar á døgurðaborðinum. Runt um allan heimin eta fólk pizza, og nú er túrurin so eisini komin til Klaksvíkina.
- Alla aðrastaðni í heiminum kann ein næstan tosa um ein beinleiðis pizzamentalitet, og við Pizzaria Napoli kemur hann eisini hendavegin, sigur Njal.
Hølið, har Pizzaria Napoli fer at halda til, er alt umvælt og gjørt av nýggjum. Hølini eru hugnalig, og avgjørt eina vitjan verd.
Inni í rúminum stendur ein stórur pizzaovnur, og í hesum ovni liggja steinar frá Italien. Við ovnin kemur ein italienskur pizzakokkur at standa, so fortreytirnar fyri at fáa eina góða og vælsmakkandi pizza skuldu avgjørt verið til staðar.
- Vit hava avgjørt at gera nógv burtur úr arbeiðsumhvørvinum, og hava vit gjørt nógvar umvælingar innan, sigur Njal.
Við hesum vónar hann, at bæði starvsfólkini og viðskiftafólkini koma at trívast inni á nýggja pizzarianum í Klaksvík.

Blómar í Klaksvík
Ofta verður tikið til, at norðingar ikki tíma út at eta, og av tí sama er torført at fáa nakað at bera seg í Klaksvík. Men hóast Njal hevur hoyrt um hetta keðiliga fyribrigdi, so hevur hann góðar vónir.
- Í dag blomstrar alt lív í Klaksvík, og fólk hava tað gott. Tí meti eg eisini, at hetta skuldi gingið, sigur hann.
Á matarlepanum kann hann bjóða 42 rættir, og hesir verða so eisini útbýgdir víðari eftir eina tíð.
Pizzaria Napoli letur dyrnar upp fyri fyrstu ferð í dag klokkan 12.00.
Vanligu upplatingartíðirnar verða frá klokkan 12.00 til 22.00 vanligar dagar (uttan mánadag), og frá klokkan 12.00 til 23.00 í vikuskiftinum.