Nýtt samkomuhús í Kollafirði

Samkomuhúsið Zion hjá Brøðrasasmkomuni í Kollafirði er í minna lagi, og nýggjur salur verður bygdur beint innan fyri skúlan

Kollafirði: Brøðrasamkoman í Kollafirði er farin undir at byggja nýggjan sal, sum skal koma í staðin fyri Zion, sum er vorðið ov trongligt.

Niðan við ánni beint innanvert skúlan í Kollafirði er grivið út og planerað fyri nýggjum bygningi. Tað er Brøðrasamkoman, sum byggir nýggjan sal, har ætlanin er at hava fleiri og fjølbroytari tiltøk, enn pláss er fyri í gamla Zion, sigur Bjarni Jøkladal í Kollafirði, sum er ein teirra, sum varðar av brøðrasamkomuni í Kollafirði.

Bjarni Jøkladal sigur, at tey hava fyri fleiri árum síðan søkt um at sleppa at byggja nýggja sal har, sum nú verður bygt. Tá varð umsóknin ikki gingin á møti av bygdarráðnum, men samkoman fekk ávíst annað stað, har byggjast kundi. Tað staðið dámdi teimum sjálvum ikki, sigur Bjarni Jøkladal, so har varð líkasum einki burtur úr ta ferðina.

Síðan høvdu tey í samkomuni ætlanir um at byggja gamla salin út. Men tað gekk heldur ikki. Hesaferð var tað tó ikki bygdarráðið, men Landsverkfrøðingurin, sum legði seg í buktina. Víst varð á, at húsið lá alt ov nær høvuðsvegnum til, at tað kundi verða givið loyvi til slíka almenna bygging.

So varð søkt einaferð aftur um bygiloyvi á staðnum, har tey upprunaliga søktu. Og hesaferð bar til. Tey fingu loyvi.

Grivið varð út seint í summar, og nú er um at vera liðugt planerað, sigur Bjarni Jøkladal.

Hvussu víðari verður við byggingini nú beinanveg er hann ikki heilt vísur í, men væntar tó, at stoypingini verður fingin frá hondini rímiliga skjótt.

Samkoman er lítil sigur hann, og ikki er ætlanin at taka lán til húsið. Tí verður arbeitt, sum fígging er til. Bjarni Jøkladal sigur, at tað verða helst fólk í samkomuni, sum sjálvboðin fara at gera arbeiðið.

Tað er ikki tí, at samkoman í Kollafirði ikki fær verið inni í Zion til vanlig møti og tílíkt, at nýtt hús verður bygt nú. Men meira tí, at ætlanin er at fáa í gongd undómsarbeiði og annað frítíðar- og sosialt arbeiði, sigur Bjarni Jøkladal. Og teir møguleikarnir eru ikki í Zion. Men í nýggja húsinum verða góðir møguleikar í kjallaranum til slík tiltøk, eins og hølini kunnu brúkast til smærri møti og annað.

Sum sagt verður arbeitt eftir førimuni, so endalig kostnaðar- og tíðarætlan er ikki ásett, sigur Bjarni Jøkladal frá Brøðrasamkomuni í Kollafirði.

Annars er annað stórt útgravingarabeiði í grannalagnum. Beint oman fyri skúlan verður gjørt klárt at byggja ítróttarhøll.