Eitt samstarv millum tvær fyritøkur við drúgvum royndum innan logistik kemur at styrkja fyrireikingarnar til eina komandi oljuvinnu í Føroyum. Ráðstevnan Offshore 2000, ið verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 24-25 okt., er vald til forum fyri kunning um samstarvsavtaluna millum P/F Eimskip í Føroyum og SBS Logistics Ltd.
SBS hevur sín uppruna í Hetlandi og byrjaði virksemi sítt um tað mundið, tá oljuvinnan veruliga tók dik á seg har. Ì dag er høvuðsskrivstovan í Aberdeen. SBS hevur bjóðað heildar flutningsloysnir í nógv ár. Tað hava serliga verið oljuútgerðarhavnir í Norðsjónum, ið hava fingið ágóðan av teirra tænastum. Tó má leggjast afturat, at SBS er eitt felag, ið upp gjøgnum tíðirnar hevur havt eitt tætt samstarv við fiskivinnuna í Hetlandi. SBS Logistics Ltd hevur virksemi og skrivstovur í Hetlandi, Peterhead, Edzell og ikki minni enn tríggjar skrivstovur í Aberdeen. Nógvu árini sum veitari av tænastum til størstu olju- og gassfyritøkurnar í heiminum hava givið SBS Logistics eina servitan um flutningstørvin hjá oljufeløgum.
Eimskip hinvegin hevur øllum kunnugt bjóðað heildar flutningsloysnir í Føroyum síðan 1990 og siglir í dag á høvuðshavnir í Evropa, Skandinávia, USA og Kanada umframt til Íslands. Í dag arbeiða 30 starvsfólk hjá P/F Eimskip í Føroyum. Tænasturnar fevna bæði um lossing og landing av skipum, vørugoymslu, flutning innanlands í Føroyum, flogfrakt og sjálvandi sjófrakt. Tvey nýggj og tøkniliga framkomin skip eru nú sett í sigling, og hevur hetta við sær skjótari ferð og enn tryggari flutning.
Saman kunnu Eimskip og SBS tí útvikla eitt spennandi samstarv ? Eimskip við síni vitan um føroysk viðurskifti og royndum í vinnulívinum her heima og SBS við síni servitan um logistikloysnir til oljuvinnuna. Harafturat hava hesar fyritøkur skrivstovur og virksemi á støðum av alstórum týdningi fyri oljuvinnuna. Lokalt og globalt rennur saman í eitt.
P/F Eimskip í Føroyum og SBS Logistics Ltd hava eisini gjørt avtalu um upplæring av starvsfólki. Flutningur av vitan og royndum millum starvsfólk úti og heima verður tí ein avgerandi táttur fyri, at samstarvið skal virka til fulnar.
Ikki kann sigast annað enn, at SBS Logistics Ltd og P/F Eimskip í Føroyum hava valt røttu løtuna til at byrja eitt tílíkt samstarv, ið væntandi verður av stórum týdningi fyri oljuvinnuna her á landi.
Stjórin á SBS Logistics Ltd, Keith Fletcher, hevur gjørt sínar viðmerkingar til samstarvið: "Vit eru sera væl nøgd við at hava fingið eitt samstarv í lag við eitt føroyskt felag, sum stendur so høgt í metum hjá okkum. Hvørja nyttu oljuvinnan fær av hesum samstarvi, er mær púra greitt ? okkara samstarv er í løtuni besta loysnin á marknaðinum."
Spurd, hví Eimskip júst hevur valt at samstarva við SBS, sigur stjórin á P/F Eimskip í Føroyum, Linda B. Gunnlaugsdóttir: "SBS byrjaði í Hetlandi, og tí hava tey vitan um oljuvinnu í einum oyggjasamfelag, ið hevur bæði fiski- og oljuvinnu sum høvuðsvinnur. Við hesum samstarvi kunnu vit veita ta bestu tænastuna til oljufyritøkurnar í Føroyum."