Jógvan Martin Olsen hevur nú sett navn á spælararnar, sum skulu verða við føroyska a-landsliðnum í venjingardystinum ímóti Póllandi tann 14. mai.
Nú eru alsamt færri spælarar eftir, sum hava spælt fleiri enn 25 landsdystir, og fleiri kunnu spæla sín fyrsta altjóða landsdyst í Póllandi.
Bjarni Jørgensen, sum spælir við Skála, er millum teir 18 spælararnar, sum eru tiknir út til landslið. Bjarni hevur spælt nógv á ungdómslandsliðum, men nú skal hann við til fyrsta veruliga a-landsdystin.
Hans Pauli Samuelsen úr EB/Streymi og Christian Restorff Mouritsen úr Manchester City eru eisini tiknir út hesaferð, og teir eru báðir spildurnýggir á landsliðnum.
Afturat teimum eru eisini fleiri aðrir spælarar, sum eru feskir á landsliðnum - Hanus Thorleifsson úr B36, Janus M. Joensen úr HB og Rasmus Nolsøe úr HB.
Færri við royndum
Jákup Mikkelsen og Óli Johannesen eru teir, sum fram um allar hinar, hava royndir frá altjóða fótbólti. Teir verða framvegis stuðulsspælarar í næstu undankappingini hjá landsliðnum.
Jákup Mikkelsen er so sjálvskrivaður til landsliðið, at bert hann er tikin út sum málmaður hesaferð. Jens Martin Knudsen er við landsliðnum sum málmansvenjari, og tað ger møguliga, at landsliðsvenjarin torir at satsa á hendan hátt, og harvið fáa pláss fyri fleiri útispælarum, sum hann vil royna.
Eftir Jákup og Óli eru tað yngri spælarar, sum hava verið fastir menn seinnu árini, men tað eru færri av teimum. Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen mugu roknast sum stuðulsspælarar, men nógvir av teimum, sum eru tiknir út hesaferð, hava ikki spælt fast við landsliðnum.
Fleiri mangla
Onkrir av teimum, sum hava verið nógv við seinnu árini, ella sum tað verður roknað við frameftir, eru ikki við í dystinum ímóti Póllandi. Andrew av Fløtum, Mortan úr Hørg, Símun Samuelsen, Pauli G. Hansen, Claus Bech Jørgensen, Rógvi Jacobsen, Ingi Højsted og Heðin á Lakjuni eru ikki tiknir út.
Fleiri av hesum eru darvaðir av skaða ella eru bundnir av dysti fyri útlendsku feløg síni.
Hetta gevur so kjansin til aðrar spælarar, sum Jógvan Martin væntar sær nakað av í framtíðini.
****
Jógvan Martin Olsen hevur tikið hesar 18 spælarar út til landsdystin ímóti Póllandi 14. mai
Jákup Mikkelsen, B36
Fróði Benjaminsen, B36
Hanus Thorleifsson, B36
Christian Høgni Jacobsen, NSÍ
Janus M. Joensen, HB
Rasmus Nolsøe, HB
Kári Nielsen, HB
Jákup á Borg, HB
Atli Danielsen, KÍ
Hjalgrím Elttør, KÍ
Óli Johannesen, TB
Jónhard Frederiksberg, Skála
Bjarni Jørgensen, Skála
Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur
Jan Ingi Petersen, B68
Jón Rói Jacobsen, AaB
Súni Olsen, AaB
Christian R. Mouritsen, Manchester City