Í gjár slepti Heiðrik á Heygum einum nýggjum videolagið, hesaferð til sangin White Flag.
Videolagið er í svørt/hvítum, sum saman við hugmyndini í videolagnum annars leiðir tankarnar eini 50 ár aftur í tíðina.
Upptøkurnar eru gjørdar á Tjóðpalli Føroya. Heiðrik hevur sjálvur leikstjórnað lagnum, meðan Rúni Friis Kjær hevur framleitt tað. Turpin Djurhuus hevur stýrt ljósunum, Birgir á Heygum gjørt leikbúnarnar og Rúni Friis Kjær og Heiðrik á Heygum hava staðið fyri ljóð- og myndaviðgerð.
Afturat sær í sjálvum kykmyndabrotinum hevur sangarin Joel Cole, Birgit á Heygum og Súsannu Larsen, Allan Tausen, Tóra Restorff, Leu Kampmann, Andrias H. Blaasvær og Jonu Jacobsen.