Rúni Jákupsson starvaðist í fløguhandlinum Tutl í SMS. Telefonin ringdi ein dagin, og tá var tað Ovi Olsen frá útvarpinum, sum stóð og manglaði ein vert til nýtt og gott gamalt. Ein sending við tónleiki. Og Rúni sigur, at tað helst var ein tilvild, at hann fekk møguleikan, tí Ovi ringdi og spurdi eftir einum, sum ikki var til staðar tá.
- Og so spurdi hann meg, um eg hevði hug til at royna. Og tað hevði eg, so tað var byrjanin, greiðir Rúni frá.
Um tað mundið koyrdi Náttarravna sendingin upp á tað besta, og tá so annar av vertunum tá, tann nú so vælkendi Heri Jacobsen, valdi at gevast við Náttarravnunum, spurdi Heðin Arge, Rúna, um hann vildi taka yvir.
- Mær dámdi sera væl ta sendingina og tað konseptið, sum vit høvdu tá.
Spurdur um, Náttarravnarnir kunnu sigast at vera hansara gjøgnumbrot innan útvarps heimin her heima, svarar Rúni lítillátin, at tað vil hann ikki beinleiðis siga.
Aðrar sendingar, sum Rúni hevur verið við í ella gjørt sjálvur, eru Studio 4 og Bitar úr Bilboard. Eisini hetta vóru sendingar, sum avbera mong lurtaðu eftir. Sendingin Bitar úr Billboard var ein tónleikasending. Í hesi sending hevði hann valt eitt ár, har hann spældi øll løgini, sum høvdu verið nummar eitt á Bilboard tað árið. Umframt tónleikin hevði hann so eisini leitað sær tilfar fram um hesi ymisku løgini.
- Tað var nógv fyrireiking til ta sendingina, og tað var heldur ikki altíð so lætt at finna løgini. Tí tað skuldi vera upprunaútgávurnar. Tað skal tað vera til eina tílíka sending, heldur Rúni.
Umframt hesar sendingar hevur Rúni eisini verið við í øðrum. Og hann lesur eisini rættiliga ofta upp í ymiskum øðrum sendingum, sum Útvarp Føroya sendir.
Barometrið
Summarskráin hjá Útvarpinum er nú farin aftur um bak, og tann heilt stóra sendingin í farnu summarskrá, var uttan iva Barometrið. Og eisini har var Rúni Jákupsson ein av vertunum.
Hann sigur, at hann og Bjarni Mohr vórðu spurdir, um teir ikki kundu gera eina seinnapartssending gjøgnum summarið. Teir settu seg so niður at finna upp á okkurt, og eitt tað fyrsta, teir hugsaðu var, at tað kundi verið gott við fleiri vertum. Heri Jacobsen vísti seg at vera áhugaður í at verða við. Og so kom hugskotið við at hava tveir vertir inni og tveir úti. Og tá kom Kári Sólstein so eisini við. Jens Tummas Næss kom so eisini við seinni og Ragnhild Ellingsgaard.
- Vit gjørdu av, at sendingin skuldi vera merkt av spontaniteti. Tað vil siga, at Barometrið skuldi verða ein sending, sum ein ikki visti frammanundan, hvussu hon fór at verða, sigur Rúni.
Tá Barometrið so hevði koyrt í eina tíð, gjørdist tað alt meiri greitt, at talanin her var um eina sera vælumtókta sending.
- Vit høvdu so avgjørt ikki væntað, at sendingin fór at verða so vælumtókt, sigur Rúni, sum er stórliga bilsin av móttøkuni, sum sendingin fekk.
Hann veit ikki at siga enn, um tað verður uppaftur tikið komandi summar, men hann sigur, at tað uttan stórvegis trupulleikar kann lata seg gera at skipa eina sending aftur eftir einum líknandi leisti komandi ár.
- Tað eru altíð onkur ting, ein ikki er nøgdur við í eini sending, men tað er bara so, sigur Rúni. Her sipar hann til Alnótspurningin í Barometrinum, sum vísti seg at blíva til eina kapping, har tað sum oftast vóru tey somu, sum ringdu inn og svaraðu spurningunum.
- Tað er altíð keðiligt í eini kapping, at tað eru tey somu, sum ganga aftur, men alnótspurningarnir vórðu so avgreiddir hvønn dag kortini.
Spurdur um, hví teir høvdu valt at deila seg sundur, sum teir gjørdu í sendingini, svarar Rúni, at tað ongantíð var nakar ivi um, at tað skuldi vera teir ósmædnu, sum fóru út við mikrofonini, meðan Bjarni og Rúni sjálvir krógvaðu seg handan tað grøna borðið í studio-num.
Sum heild sigur hann seg dáma sera væl at arbeiða í útvarpinum.
- Men útvarpsarbeiðið er, tá alt kemur til alt, ikki øðrvísi enn onnur størv. Tað er sera spennandi, serliga í fyrstuni, ogtá hevði tú óivað kunnað arbeitt uttan løn, tí tær dámar tað so væl. Men so kemur eisini ein tíð, har tú verður troyttur av tí, og tá er tað ikki stórt øðrvísi enn onnur størv, heldur Rúni og leggur afturat, at tað ikki er serliga strævið at gera eina sending, um man er vælmannaður.
Men tað kann ganga út yvir tað sosiala lívið, tá ein ger sendingar hvørt vikuskiftið. Men tað letur ikki til, at Rúni hevur ilt av tí.
- Tá ein ikki hevur frí í vikuskiftinum, so veit ein, at frídagurin ella dagarnir koma eina aðrastaðni í vikuni. Og tað er heldur ikki so galið, heldur hann.
- Mær dámar væl henda miðilin. Tað er lætt at gera útvarp í mun til eitt nú sjónvarp, heldur Rúni og leggur aftur at, at tað ber væl til at gera eina útvarpssending upp á stutta tíð.
Men hóast hann, tá hann var lítil altíð hevði ætlanir um at verða journalistur, so hevur hann lagt tær ætlaninar til síðis nú.
- Nei, tað verður ikki journalistur, sigur hann sannførdur á málinum.
Navn:Rúni Jákupsson Jakobsen
Aldur: 28
Starv:Programmedarbeiðari í ÚF
Føðingardagur:01.05.1974
Hvat vildi tú verða, tá
tú vart stórur, tá tú vart
lítil?Journalistur